Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fríðin trýr uppá tað

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.07.2018 - 11:53 Ítrottur Tíðindi

(Vilnius) Fríðin Ziskason var í gjár aftur í Riga fyri fyrstu ferð í 26 ár.

Fyri 26 árum síðani spældi KÍ fyri fyrstu ferð í Europa, og tað var samstundis fyrsta føroyska liðið, sum luttók í Europa. Ávegis til Vilnius, har KÍ spælir hóskvøldið, so steðgaði Fríðin Ziskason í Riga saman við øðrum KÍ viðhaldsfólkum. KÍ spældi í 1992 í Riga móti Skonto Riga og millum leikararnar, sum spældu allan dystin, var Fríðin Ziskason.

- Eg minnist, at vit taptu 3-1 fyrra dystin í Føroyum, men trúðu fult uppá tað til seinna dystin. Tað var eisini ein dystur, har vit vóru væl við, men teir fingu nøkur snarálop og vunnu dystin 3-0, sigur Fríðin Ziskason.

 

 

Deyðbóltar eru avgerandi

Fríðin Ziskason hevur góðar vónir til KÍ hóskvøldið móti Zalgiris Vilnius, hóast KÍ tapti 2-1 í fyrra dystinum.

- Í altjóða fótbólti í løtuni hava deyðbóltar sera avgerandi týdning í nógvum dystum. Eg vænti, at KÍ kann fáa okkurt mál, og tað snýr seg um ikki at gevast, um Zalgiris Vilnius skorar eitt mál. Kenslan er góð, sigur Fríðin Ziskason, sum væntar, at KÍ vinnur dystin hóskvøldið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…