Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór virðing fyri Páll A. Klettskarð í Zalgiris Vilnius

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.07.2018 - 20:55 Ítrottur Tíðindi

(Vilnius) Í kvøld var tíðindafundur undan dystinum í Vilnius millum Zalgiris Vilnius og KÍ.

Venjarin hjá Zalgiris Vilnius fekk spurning um, hvørjir leikarar eru teir týdningarmiklastu hjá KÍ. Valdas Urbonas segði á tíðindafundinum, at nummar 9 (Páll A. Klettskarð, blaðm.) var ein vandamikil álopsleikari, sum teir máttu ansa eftir. Eisini Justas Kontrimas, sum var millum tíðindafólkini frá Litava, segði eftir fundin, tá hann bleiv spurdur um týdningarmiklastu leikararnar hjá KÍ, at nummar 9 (Páll A. Klettskarð, blaðm.) var ein, sum var sannførandi og sum rann eftir øllum og royndi at skapa pláss. Báðir grundaðu teir sínar niðurstøður á fyrra dystin í Føroyum.

 

Venjarin nevndi eisini nummar 17 og 19 á miðvøllinum (Hørður H. Askham og Jákup B. Andreasen, blaðm.) eins og báðir nevndu miverjuparið (Deni Pavlovic og Ólavur Niclassen, blaðm.) sum leikarar, sum stóðu seg væl í fyrra dystinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…