Lýsing
Lýsing
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Simonas Kairys, varaborgarstjóri í Kaunas og Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag avmyndaðir í miðbýnum í Vilnius

Skorheim skapar nýggj KÍ viðhaldsfólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.07.2018 - 15:31 Ítrottur Mentan Politikkur Tíðindi

Í samband við dystin millum KÍ og Zalgiris, hevði borgarstjórin avtalað fund við varaborgarstjóran í Kaunas, ið er næst størsti býur í Litava. Simonas Kairys er nú KÍ'ari fyri lívstíð, sum hann málbær seg.

Borgarstjórin hevur áður møtt Simonas Kairys, varaborgarstjóra, í samband við hátíðarhald í Tampere í Finnlandi. Bæði Klaksvík og Kaunas hava Tampere sum vinarbý, hóast Klaksvík og Kaunas ikki eru vinarbýir.

Á fundinum teirra millum varð sjálvandi nógv tosað um fótbóltsdystin í dag, og ikki minst um kurvabólt, ið er serliga stórt í Litava. Eisini vóru ymisk vinnulig viðurskifti umrødd.

Tað var sera áhugavert at hoyra um teirra áhuga í fiskivinnuni. Vit fingu millum annað upplýst, at ein av stórstu fyritøkunum í heiminum innan surimi er heimahoyrandi í Kaunas, sigur Jógvan Skorheim.

Annars upplýsti varaborgarstjórin eisini, at teir í størri mun royndu at fáa betri samaband til Japan, sum eisini kann vera ein stórur marknaður.

Eins og tað ofta er ein serligur stemningur millum arvafíggindarnar KÍ og HB, so er eisini millum liðini frá Vilnius og Kaunas. Tí vóru seinastu orðini frá varaborgarstjóranum í Kaunas, tá ið borgarstjórin og formaðurin í KÍ søgdu farval:

“Eg haldi við KÍ í kvøld!”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin