Lýsing
Lýsing
Lýsing

Zalgiris Vilnius-KÍ beinleiðis dagføringar (1-1)

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.07.2018 - 18:51 Ítrottur Tíðindi

(Vilnius) Vit fylgja dystargongdini í Vilnius.

Á LFF leikvøllinum eru 21 hitastig, skýggja, sirm og stilt.

Sostatt eru líkindini ikki so ólík teimum í Føroyum, hóast luftin tykist nakað heitari. Dysturin byrjar kl. 18.00 føroyska tíð og KÍ uppstillingina vænta vit at hava í síðsta lagi ein tíma áðrenn. Tað er ikki væntandi, at nógvar broytingar vera í uppstillingini hjá KÍ í mun til seinasta dyst, tá KÍ - hóast tap – av mongum var sagt at spæla ein góðan dyst.

 

Liðtíðindi: KÍ byrjar við júst teimum somu sum seinast: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Ronni Møller-Iversen, Semir Hadzibulic, Hørður H. Askham, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak - Páll A. Klettskarð. 

 

6 min.: 1-0 til Zalgiris. Trýst er lagt á KÍ fyrstu løtuna og serliga eru tað síðuskiftini, sum skapa trupulleikar fyri KÍ. Uppá eitt slíkt skiftið kom Zalgiris leikari at standa leysur í høgru, legði innfyri til Liviu Antal, sum skoraði við fremru stong. 

19 min.: Zalgiris situr tungt á spælinum, men KÍ hevur tvær ferðir havt støður, har tað tó ikki er blivið til málmøguleika. Heimaliðið roynir at seta leikferðina upp og avgera dystin í fyrra hálvleiki, men enn hevur KÍ hildið teimum frá stórum møguleikum burtursæð frá málinum. Men 2-0 liggur meir í luftini enn 1-1. 

37 min.: KÍ hevur verið væl við í dystinum seinastu løtuna og nú var nær við, at tað bleiv 1-1 eftir hornasparksstøðu. Fyrst vildi KÍ hava brotsspark og síðani var Ólavur Niclassen júst ov stuttur at skalla innlegg móti málinum.

Hálvleikur: 1-0 til Zalgiris í hálvleikinum. Tað er kanska uppiborið, men KÍ hevur spælt seg væl upp eftir eina trupla byrjan. Seinasta korterið hevur KÍ verið minst líka væl við og nakrar ferðir hevur bara tað síðsta manglað í at fingið stórar møguleikar. Nakrar ferðir er tað bara marginalar, har bólturin dettur niður á skeivt stað. KÍ hevur í stórum og heilum hildið Zalgiris burtur frá stórum mál møguleikum við góðum verjuspæli. 

 

55 min.: Framvegis 1-0, men KÍ er komið væl inní seinna hálvleik. Tað er tó bara blivið til nøkur langskot í álopspartinum. Talan er um javnan dyst í løtuni eins og tað var seinna partin av fyrra hálvleiki.

65 min.: So var 1-1! Zalgiris fær ikki ruddað burtur, Ronni Møller-Iversen fær bóltin og smekkar til úti frá og bólturin situr. Gott langskot frá eini 18 metrum og málverjin ongan møguleika. Ikki óuppiborið ímun til dystargongd.

72 min.: So hevði Zalgiris sín fyrsta málmøguleika í seinna halvleiki og eftir innlegg bleiv bólturin skallaður á yvirleggjaran. Hjá KÍ kemur Jóannes Bjartalíð nú inn fyri Boris Dosljak. 

76 min.: So var næstan 2-1 til KÍ eftir hornasparksinnlegg, men Hørður H. Askham skeyt uppum úr góðari støðu. Stórur møguleiki.

77 min.: Bara løtu seinni kundi verið 2-1 til Zalgiris, men skallarin fór beint viðsíðuna av. Stórur møguleiki. 

82 min.: Mistak í KÍ verjuni ger, at Zalgiris álopsleikari blívur leysur, men Deni Pavlovic fær runnið hann upp og taklað fyri, so bólturin fer út til hornaspark.

87 min.: Kristian Joensen fer skeivur av innleggi og bólturin verður skallaður á yvirleggjaran.

Liðugt: Tað endaði 1-1 í Vilnius. Hóast KÍ er úti av kappingini, so var talan um flottan javnleik, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt lið úr Føroyum fær stig móti liði frá Litava. KÍ tapti sostatt bara ein av fýra dystum í Europa League í ár. Tað tapið kom eftir sigursmál í yvirtíðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund