Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ setti flott punktum fyri sína Europa League luttøku í 2018

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.07.2018 - 19:59 Ítrottur Tíðindi

(Vilnius) Spenningur var í til tað síðsta, tá KÍ spældi í Vilnius móti toppliðunum úr Litava. 

KÍ fekk eina trupla byrjan og longu eftir 6 minuttum var 1-0 til heimaliðið. Men um miðjan fyrra hálvleik reisti KÍ seg og restina av dystinum skiftust liðini um at hava yvirtakið. KÍ javnaði í 65. minutti, tá Ronni Møller-Iversen við góðum langskoti javnaði. KÍ fekk eisini góðan møguleika at javna, men Hørður H. Askham skeyt uppum úr góðari støðu. KÍ kundi eisini havt tapt, tí tvær ferðir skallaði Zalgiris leikarar á yvirleggjaran. 1-1 var endaliga úrslitið.

 

Hetta má sigast at vera eitt flott úrslit fyri KÍ, hóast KÍ er úti. Hetta er fyrstu ferð, at nakað føroyskt felag fær stig móti liðum frá Litava. Tilsamans hava føroysk lið spælt 10 dystir móti liðum frá Litava. KÍ hevur sostatt í fýra Europa League dystum í 2018 skorað í øllum dystum og bara tapt ein dyst, har sigursmálið kom í yvirtíðini. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB