Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ronni Møller-Iversen: Nú eri eg við at raka mítt veruliga støði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.07.2018 - 21:45 Ítrottur Tíðindi

(Vilnius) Málskjúttin hjá KÍ í Vilnius í 1-1 javnleikinum í kvøld var eitt sindur vónbrotin, men eisini stoltur yvir samlaðu avrikini hjá KÍ í summar í Europa League.

 

 

Ronni Møller-Iversen javnaði í seinna hálvleiki við frálíkum langskoti. Sostatt gjørdist hann næsti leikarin í søguni hjá KÍ, sum skorar á útivølli.

- Ein tilvildarligur bóltur fellur til mín beint við brotssteigarmarkið, og so knalli eg til, og hann situr, sum hann skal. Eg eri glaður fyri at vit kunna standa her og vera vónbrotnir. Vit fremja eitt gott avrik og stríðast til tað síðsta. Tað hevur verið eitt ævintýr, har vit hava avrikað væl í øllum fýra dystunum í summar. Vit hava víst, at lið frá Føroyum kunnu gera seg galdandi í Europa, og tað eri eg glaður fyri, segði Ronni Møller-Iversen við Norðlýsið eftir dystin.

 

 

Hevur hækkað sítt støðið í summar

Ronni Møller-Iversen hevur verið sannførandi í flestu dystunum hjá KÍ í Europa League og hevur verið við í øllum fýra málunum hjá KÍ. Hann følir, at hann hevur hækkað sítt støðið, og at hetta vónandi heldur fram.

- Tað hevur verið ein stór uppliving at verið í Føroyum í ár. Tað var trupult fyrstu tíðina, tí tað er trupult at venja seg við nýggja mentan, nýggja venjingarmentan og liðið sum heild. Men eg geri alt eg kann, og eg haldi, at eg byrji at koma eftir tí nú. Eg haldi, at tað er rætt, at eg havi lyft mítt støði í Europa League í mun til føroysku kappingina. Eg veit ikki, um tað hevur verið tí, at eg havi verið meira tendraður, men eg havi brúkt hesar dystir til lyfta mítt støði, og tað eri eg glaður fyri. Eg eri við at raka mítt veruliga støðið nú, og tað vil eg vónandi halda áfram við í landskappingini. Eg vil í øllum førum geva alt sum eg kann fyri at hjálpa liðnum, segði Ronni Møller-Iversen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund