Lýsing
Lýsing
Lýsing

Venjarin hjá Zalgiris Vilnius var ónøgdur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.07.2018 - 07:07 Ítrottur Tíðindi

(Vilnius) Valdas Urbonas, venjari hjá Zalgiris Vilnius, var eftir dystin ónøgdur við avrikið hjá sínum liðið.

Zalgiris Vilnius gjørdist fyrsta liðið frá Litava, sum ikki vann ein dyst móti einum liði frá Føroyum. Venjarin var ikki nøgdur eftir dystin móti KÍ, sum endaði 1-1.

- Vit hava rokkið okkara málið at koma víðari. Dysturin var ikki lættur, og vit løgdu ikki nóg stóra orku í. At vit skoraðu tíðliga gjørdi, at okkara leikarar slappaðu av. Vit høvdu ikki nóg góðan tryggleika og mistu bóltin ov ofta. Tá mótstøðuliðið skoraði, so vaknaðu vit aftur og høvdu møguleikar at vinna dystin, har vit tvær ferðir raka yvirleggjaran, segði hann á tíðindafundinum.

- KÍ vóru betri enn í fyrra dystinum. Teir høvdu einki at tapa og tað var ikki lætt hjá okkum at stýra dystinum í dag. Vit gjørdu býtt mistøk og eg kann bara siga góð orð um KÍ og ynskja teimum góða eydnu í framtíðini, segði Valdas Urbonas.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB