Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstovnar eiga at verða lagdir í deplar kring landið

SKRIVAÐ: Herfrí Sørensen, býráðslimur  |  20.07.2018 - 08:17 Lesarabrøv Politikkur

Tá løgtingsvaldømini vórðu avtikin, varð politiska valdið tikið frá landspørtunum og sentraliserað til høvuðsstaðin, og nú er ein fiskivinnunýskipan væl á veg til eisini at taka fíggjarligu styrkina frá økjunum kring landið. Hesi stórmál kosta okkum dýrt kring landið, og sleppur verandi kós at halda fram, fer skjótt at koma tann dagur, har tað vendist ikki aftur, tí nú verða allir stovnar og alt kontroll lagt í høvðsstaðin, meðan økini kring landið missa kapital, frælsi og styrki.

Í vikuni frættust tey tíðindi í KvF, at fyri fyrstu ferð í søguni er høvuðsstaðarkommunan farin upp um 42% av samlaða fólkatalinum í landinum, og tað fekk meg at seta mær sjálvari spurningin: Er verandi landspolitiska kós veruliga tað, sum meirilutin í Føroyum ynskir?

Ynskja vit Føroyar sum eitt land, har alt vald liggur í einum staði, har allur kapitalur verður miðsavnaður, har øll vinna og nýhugsan verður sentralstýrd og kontrollerað, og har allir stovnar liggja í høvuðsstaðnum?

Ella ynskja vit, at land okkara framhaldandi skal vera landafrøðiliga fjølbroytt, har landspartarnir hava fíggjarliga styrki at skapa kapping og dynamikk, har vinnan varðveitir sítt frælsi til at nýhugsa og rationalisera, og har stovnar eisini verða lagdir í deplar kring um í landinum?

Sjálv eri eg sannførd um, at hetta seinna er einasta gongda leiðin.

Hóast tær kollveltingarsinnaðu politisku kreftirnar, sum í dag manna Føroya Landsstýri, bert hava ein smalan politiska meiriluta aftan fyri seg, so sær tað út til, at hesar í dag hava nærum ótálmað vald til at gjøgnumføra enntá politisk stórmál eftir sínum egna víðgongda politiska vilja uttan at gera nakra breiða semju um hesar.

Hetta er sera óheppið og eisini ódemokratiskt, at ein stjórn við tí smalast møguliga mandatinum tekur sær sjálvum tann rætt at smoyggja fleiri prinsippiellar broytingar inn yvir Føroya fólk, uttan at nøkur breið politisk semja verður gjørd.

Ein óheppin avleiðing av førda politikkinum er ein mestsum púra ótálmað sentralisering, tí er tað nakað, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn eru samdir um, so er tað miðsavning av tí almenna og strangt alment kontroll av allari vinnu og kapitali.

Úrslitið er, at vit hava fingið eina nýggja fiskivinnulóggávu, har alt skal stýrast og kontrollerast í smálutum úr høvuðsstaðnum, samstundis sum uppboðssølur og tilfeingisgjøld skulu innheinta hundraðtals milliónir úr vinnuni kring landið og inn í landskassan at brúka – meginparturin í høvuðsstaðnum.

Eg vil brúka mína frælsu rødd til at ávara Føroya fólk ímóti hesum, tí fyri tað fyrsta sigur søgan, at tú fært onga vinnumenning og nýhugsan við almennari sentralstýring av vinnuni, og fyri tað annað verður úrslitið av hesum førda politikkinum, at vit avtaka kraftardeplarnar kring landið, har vinnan higartil hevur verið tann frælsa pulsæðrin, og vit fáa ístaðin ein vakstrarsjúkan høvuðsstað við ovurupphitaðum búskapi og dýrum vælferðarsjúkum.

Tí er neyðugt, NÚ, at gera nakað við støðuna, sum andøvir ímóti hesu miðvísu og einvísu miðsavning.

 

Stutt sagt: Landsstovnar eiga at verða lagdir í deplar kring landið!

Her er vert at minna á, at tá løgtingsvaldømini, frá einum degi til annan, vórðu avtikin uttan nakra sum helst fyrireiking, varð lovað á Føroya Løgtingi, at afturfyri henda miss kring landið skuldu kommunurnar yvirtaka fleiri málsøki frá landinum. Síðan tá er eldraøkið tað einasta stóra málsøkið, sum er blivið flutt til kommunurnar at umsita.

Undir viðgerðini av fiskivinnunýskipanini kom fram, at hon fer at kosta økjunum kring landið samanlagt hundraðtals milliónir, og fyri at bera í bøtuflaka fyri hesum lovaðu landspolitikarar at leggja landsstovnar í tey økini, sum verða rakt av teirra politikki.

Eg vil við hesum spyrja okkara landspolitikarar: Hvørjar landsstovnar er ætlanin at leggja kring landið fyri at geva landspørtunum nakað aftur av tí, teir nú missa av fiskivinnunýskipanini? Og nær verður farið undir hetta? Sjálv vil eg mæla til, at Fiskiveiðueftirlitið og VØRN, alt sum tað er, verður flutt til Klaksvíkar, tí hesin býur er tann, sum av fiskivinnunýskipanini missur mest av øllum.

 

Klaksvík, 19. juli 2018

Herfrí Sørensen, býráðslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund