Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yrkislistafólk 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.07.2018 - 20:30 Mentan Tíðindaskriv

Nú er skipanin við listafólkalønum sett í verk. Tað fer at bera til hjá yrkislistafóllkum at søkja um trý ára starvsløn. Endamálið er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í einum 3-ára játtanarskeiði burturav arbeiða við list. Tríggjar listafólkalønir verða útlutaðar í ár.

Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Upphæddin á listafólkalønum svarar til læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 21.1. Faknevndir verða settar at meta um allar innkomnu umsóknirnar, sum síðani gera tilmæli til nevndina at taka endaliga støðu.

Umsóknin skal latast inn á talgilda umsóknarblað grunsins. Seinasta freist at søkja er 2. september 2018. Skrivstovan er í summarfrí til 2 august, men til ber at fáa fleiri upplýsingar við at venda sær til Ingun í Skrivarastovu, forkvinnu, ingun@mentanargrunnur.fo. 

Meira kunning fæst á  https://mentanargrunnur.fo/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund