Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v: Anker Bjartalíð, Páll Josephsen, Vagn Heldarskarð og Karl Isaksen

Sjavs í Parlamentinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.07.2018 - 13:57 Mentan Tíðindi

- Hetta heldur lívið í okkum, at hittast kring eitt borð at spæla sjavs. Her loysa vit allar trupulleikar og hugna okkum óført, sigur Karl Isaksen ein av oddamonnunum í Parlamentinum

Hvønn dag er Parlamentið - t.e gamla Havnaskrivstovan, sum í dag er bygningur hjá Klaksvíkar Havn - karmur um sjavs, har eldri menn savnast at taka nakrar krossar og hugna sær saman. Teir tosa um tað sum rørist í Klaksvík, Norðoyggjum og Føroyum - bæði álvara og gaman. 

Í dag eru tað teir yngri imóti teimum eldru, tí Anker og Vagn eru báðir 71 ára gamlir, ímeðan Páll er 82 ár og Karl 88 ár. Karl er liðskipari. Hann møtir kl. 13 at lata hurðina upp, hevur eina kannu av kaffi við og eisini okkurt søtt.  Síðani koma hinir so líðandi. Tað eru skiftandi fólk, vanliga gongur eitt borð. 

Teir minnast aftur til dagar, tá Ressi, Adolf Viðbjørg og Bjarni Christiansen vóru í velmaktini. Vit spældu í suðurendanum í húsunum her. Tað var fyrst í 90'unum upplýsir Anker. 

- Vit plagdu at spæla til Dagur og Vika kom, so fóru vit heim til ein náttúrabita og fóru so oman aftur at spæla aftaná tíðindasendingina. Oftani koyrdu fýra borð, sigur Páll.

Teir eru spentir til Sjómannadagin, sum verður leygardagin 18. august. Teir sita á fyrstu parkett og fáa allan hugnan við. 

- Vit fingu Fish&Chips bornan niðan frá Hanus í fjør, tað smakkaði fantastiska væl, tað eru vit takksamir fyri, sigur Anker at enda. 

Løtuna Norðlýsið vitjaði mundi ganga javnt á. Okkurt 7 meld, men volaðir blivu ongir. Tað er eingin ivi um at sjavsurin í Parlamentinum er við til at halda lívsgóðskuna uppi hjá hesum eldru monnunum. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda