Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í kvøld fór Sjúrðarberg út eftir Vágni fyri seinastu ferð.

Fiskimaðurin vorðin undirmenniskja

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.07.2018 - 21:05 Leiðarin Vinna

Áskoðanin hjá almennu Føroyum á sjómannin er broytt markant seinastu áratíggjuni. Frá nærum at vera sæddir sum hetjur, sum stríddust at lívbjarga ikki bara sær, sínum og reiðarínum, men eisini øllum landinum, er sjómaðurin í dag ein persónur, sum politiska skipanin kann (og vil) hundsa runt við, sum vindarnir blása. Í stríðnum móti reiðarunum – hvørs toppar nokk skulu klára seg – verða fiskirættindi tikin politiskt frá hesum reiðaranum og givin hasum reiðaranum, og sjómaðurin veit ikki, um hann er keyptur ella seldur. Bókstaviliga. 

Tá almenn starvsfólk skulu sigast úr starvi, er talan um eina drúgva prosess. Helst skulu tey hava fingið bæði eina og tvær ávaringar fyrst. Síðani fáa tey eitt ætlanarskriv til ummælis, og álitisfólkið verður tilkallað at sita hjá viðkomandi undir samrøðuni við stjóran. Vilja tey, kunnu tey tá fáa ein advokat upp í leikin at petta ætlanarskrivið sundur. Verður so kortini farið ígjøgnum við uppsøgnini, fylgir vanliga tilboð um sálarfrøðiliga hjálp við, eins og løn í nakrar mánaðir.

Meðan tey eru í starvi, hava almenn starvsfólk rætt til førleikamenning og skeið. Tey hava rætt til koyripengar. Ofta fáa tey bæði iPhone og farteldu frá almenna arbeiðsplássinum, og ongar bindingar fylgja við. Tey hava rætt til at vera heima í 10 sjúkradagar hjá hvørjum barni hjá sær, umframt 120 sjúkradagar við læknaváttan sjálvi.

Í vikuni frættist, at 25 fiskimenn missa starvið. Orsøkin er nýggja fiskivinnuskipanin, sum minkar so mikið nógv um rættindini í Barentshavinum, at grundarlag nú bert er fyri einum skipi. 9 av teimum hava nýliga sett búgv. Lívið hjá teimum og teirra familjum hongur í fullkomnari óvissu, og tað er neyvan nakar í landinum, sum ynskir sær at vera í teirra støðu nú. Minst av øllum tey alment tryggjaðu í Havn.

Kringvarpið hevur ikki fingið nakrar konsekvenssamrøđur við uppsøgdu menninar og tað er heldur ikki løgið. Í eini maskulinari veiðimentan, har veikleiki og sárbæri eru tabu, vil ongin standa fram at lýsa sína neyð. Og tað hjálpir samgonguni.

 

“De kan da bare spise kager”

skal franska drotningin hava sagt í 1789, tá hon ikki skilti, hví bøndurnir gjørdu uppreistur. Niðurlagið í Havn er ikki at fara skeivur av. “Teir kunnu bara finna sær annað starv”. Tí har hevur man sett sær fyri at taka rættindi frá reiðaríum, sum hava verið leingi í vinnu, og geva tey út aftur til onnur, sum gera seg nóg ússalig yvirfyri einum politiskt útpeikaðum tribunali, sum júst hevur vigað umsøkjarar og funnið nøkur nóg tung. Ivaleyst hava hesir umsøkjararnir longu manningar, so tað nyttar onki hjá teimum uppsøgdu at leita sær hýru har.

Onki alment starvsfólk hevði fingið tílíka viðferð frá politiskari síðu. Verður ein almennur stovnur niðurlagdur, fáa tey tilboð um at fylgja við. Og aftur tilboð um sálarfrøðiliga hjálp. Almenni stjórin fær eina fráfaringaravtalu, sum ger at hann ikki nýtist at arbeiða aftur í eitt til trý ár. Men tá politikararnir forkoma vinnumøguleikum á sjónum, fær sjómaðurin bara at vita frá teimum, at “tú kanst bara finna tær eitt annað starv!”

The Grand Old Man í Tjóðveldi, Heini O. Heinesen, ávaraði staðiliga ímóti hesum. Hann segði í samrøðu, at fiskivinnunýskipanin var als ikki tjóðveldispolitikkur. Og í somu samrøðu segði hann Erlend Patursson eisini staðiliga taka frástøðu frá politiskari uppíblanding í fiskivinnuna. Erlendur ynskti, at sjómenninir áttu skipini sjálvir. Hjá Erlendi sála var fiskimaðurin í miðdeplinum, har hann hjá sitandi samgongu er marginaliseraður.

 

Tað versta er enn í væntu

Í Fiskimálaráðnum sita klókir heilar og hava roknað seg fram til, at allar hýrur omanfyri 400.000 eru “yvirnormalur profittur”. Enntá hóast tvær manningar skulu býtast um hana. Upphæddin 400.000 er góð helvtin av “hýruni” hjá landsstýrismanninum og aðalstjóranum hvør sær. Hetta sigur rættiliga nógv um, hvussu nógv virðingin fyri fiskimanninum er minkað til tað søguliga lágpunktið, sum hon er undir hesum landsstýrinum.

Tað versta av øllum er, at teir nýggju aktørarnir, sum skulu inn, taka burturav yvirskotinum hjá hinum, so minni kemur inn. Nýggju aktørarnir bjóða ikki á uppboðssøluni, men søkja um menningarkvotur, sum teir so fáa ókeypis, og sum eru væl bíligari í tilfeingisgjaldi enn uppboðssølurættindini.

Hvussu kundi tað koma so langt út?, spyrja helst mong í dag. Tað hevur ikki skortað uppá ávaringar frá Fiskimannafelagnum, reiðaríunum, bankum og kommunum, so myndugleikarnir hava kent avleiðingarnar í góðari tíð. Svarið er kanska tað sama sum sendi okkum út av eggini eftir tey villu 80’ini. Ein turkatrúgv til, at “tað gongur nokk”.

Verandi reiðarar hava gjørt alt eftir bókini og lógini. Teir hava handlað, fiskað og goldið tilfeingisgjald. Men tað er ikki nokk fyri Landsstýrið, sum inndregur rættindini og selur tey aftur til hægstbjóðandi. Nú er profittmotivið, sum fyrr var motivið hjá reiðarunum til at reka vinnu, vorðið motivið hjá Landsstýrinum fyri at reka uppboðssølu. Profitturin er harvið fluttur frá reiðaríunum og yvir í Landskassan. Tá man tekur útlitini fyri profitti frá einum vinnulívsmanni, ja, so vita vit øll, hvat hendir. 

Í dag er tað komið har til, at eitt reiðarí, sum hevur keypt rættindi fyri marknaðarprís frá einum øðrum reiðaríi, kann uppliva at fáa tey rættindini tikin frá sær politiskt og síggja tey verða givin ókeypis til eitt annað reiðarí, ella sama reiðarínum, sum tey blivu keypt frá. Og manningin? Ja, hon fær bara at vita, at hon bara kann leita sær eitt annað starv.

Var tað veruliga hesa skipanina, nakar vildi hava?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…