Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veljarakanning spáar um Føroyaflokkin

SKRIVAÐ: Føroyaflokkurin  |  28.07.2018 - 15:04 Politikkur Tíðindaskriv

Nýggjasta veljarakanningin hjá Lóðir vísir, at heili 20,7% siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt, um val var í dag. Vit í Føroyaflokkinum síggja, at veljarin veit av okkum.

Tað kemur ikki av ongum, at veljararnir eru ørkymlaðir og kenna seg heimleysar av førda politikkinum. Tann sentrala stýringin er køld og náðileys, og so hvørt sum meira ríkidømi verður skapt og fer í umferð í Føroyum, m.a. av vinnulívinum, fer landið inn og tilskilar sær rætt til at inndraga hesi virðir. Dømi um hesi eru fiskivinna, alivinna og ferðavinna.

Pengarnir, sum fossa niður í landskassan vera við einum aggressivum tempo brúktir til at víðka tann almenna sektorin, sum serliga merkir miðstaðin.

Tað er nærum vorðið ein sjálvtsagdur rættur, at almenn arbeiðispláss og skúlar skulu liggja í Havn. Miðstaðarpolitikarar koma eisini við jøvnum millumbilum við áheitanum um, at fáa fleiri almenn arbeiðspláss og skúlar, sum ikki eru í Havn, fluttar hagar, eitt nú Tøknibreyt og Heilsuskúla.

Føroyaflokkurin fer at stríðast ímóti sentralari planlegging, tí hon er ómettilig. Har fer altíð at vera eitt krav um at fáa meira inntøkur og vald til landið. Við ørðum orðum: Nøkur fá fólk halda, at tey vita, hvat er best fyri restina av fólkinum. Føroyaflokkurin virðir einstaklingin mest. Uppgávan hjá landinum er ikki at gera okkum líka, men at verja okkara rættindi.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund