Lýsing
Kristian Martin Petersen er reiðari á Sandshavinum. | Mynd: Kristian Martin Petersen

Menningarkvotur: Politiska kabalin enn ikki gingin upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.08.2018 - 11:31 Politikkur Tíðindi Vinna

Tað er politisk kreppa aftanfyri leiktjøldini, og tað er hetta, sum ger, at tað tekur longri tíð, enn ætlað, at útluta menningarkvoturnar, sigur Kristian Martin Petersen í viðmerking til kjak á facebook við Kaj Leo Holm Johannesen

Heitasta samtaluevni millum allar campingvognarnar og stuttleikabátarnar í Klaksvík eru menningarkvoturnar. Fólk eru spent til í kvøld tá Summarfestivalurin byrjar, men prátið gongur heitt um menningarkvoturnar, sum enn ikki eru útlutaðar. 

Tað er ikki einans við bryggjuna í Klaksvík at tosað verður, tí á facebook gongur kjakið eins heitt um menningarkvoturnar. Í gjár hugleiddi Kaj Leo Holm Johannesen, tinglimur fyri Sambandsflokkin á sínum vanga um menningarkvoturnar og tað fekk fleiri fólk at gera viðmerkingar. 

Ein teirra er Kristian Martin Petersen, sum er reiðari á Sandshavinum. Hann skrivar soleiðis um status í málinum um menningarkvotur: 

 

Status við menningarkvotunum er í løtuni, eftir dagfesting:


- 14. mai bleiv kunngjørt, hvørjar fortreytirnar vóru at søkja um menningarkvotu

- 28. mai var umsóknarfreistin, 38 umsóknir komu inn

- 7. juni bleiv kunngjørt, hvør mannar metingarnevndina

- 19. juni bleiv kunngjørt, at menningarkvoturnar vera nú viðgjørdar, og av tí sama varð uppboðssølan av livandi fiski í juni útsett til 14. august, so tey, ið fáa menningarkvotu, eisini fáa góðan møguleika at bjóða uppá livandi fisk

- 18. juli handaði metingarnevndin síni tilmæli um, hvør skal fáa lut í menningarkvotunum í ár

- 8. august er nú, onki frættist. Um 6 dagar verður útsetta uppboðssølan, og vit hava 3 arbeiðsdagar eftir, áðrenn boðini skulu vera inni, men ongin, ið fær menningarkvotu, veit, um viðkomandi verður førur fyri at bjóða uppá livandi fisk eisini. Tað er ein drúgv tilgongd at útvega fígging og kravda bankatrygd, sum skal leggjast saman við einum boði á uppboðssøluni, og ein fortreyt hjá nýggjum aktørum at fáa fígging er, at viðkomandi eisini fær menningarkvotu. Ringrásin hongur ikki saman, tí tíðin er nú ov stutt til, at nýggir aktørar við menningarkvotu í ár kunnu bjóða uppá livandi fisk eisini.

Mín niðurstøða er, at tað er politisk kreppa aftanfyri leiktjøldini, og tað er hetta, sum ger, at tað tekur longri tíð, enn ætlað, at útluta menningarkvoturnar.

Eg ivist onga løtu í, at bæði politikkarar og embætisfólk gera sítt ítarsta at avgreiða hetta málið, men politiska kabalin gongur enn ikki upp.

Hetta er mín meting.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fíggjarstýringin hjá býráðsmeiriluta­num…
Kølið í dag
Regionaliserað Posta
Bill spyr um fígging til grund­stykkir
Jógvan spyr um navnanevndina
Dart: Lýdia og Petur vunnu
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski