Lýsing

Upptakt: KÍ-HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.08.2018 - 06:30 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld verður oddabrakið í Klaksvík millum nummar eitt og tvey, har vinnarin tekur oddasessin.

Lagt er upp til eitt satt oddabrak og tað fyrsta av sínum slag hetta kappingarárið, tá KÍ og HB møtast í kvøld. Hetta er nummar 1 og 2, hetta eru tey bæði mest vinnandi feløgini í søguni, og hetta eru arvafíggindarnir, sum hava spælt nógvar ógloymandi dystir sínámillum gjøgnum tíðirnar. Samstundis er 2018 árið, har hesi bæði feløgini hava fingið síni flestu stig fyri 17 umfør í søgu felagsins.

 

Hjá KÍ er tað ein dyggur smeitur, at verjuskansin Deni Pavlovic situr uttanfyri vegna leikbann. Hinvegin er Jákup B. Andreasen tøkur aftur eftir leikbann. Annars hevur KÍ - sum skilst - allar leikarar tøkar av teimum, sum hava spælt seinastu tíðina. Hjá HB eru - sum skilst - allir leikarar tøkir av teimum, ið hava spælt seinastu tíðina. Binni Hløðversson er tøkur eftir leikbann, meðan Jógvan Rói Davidsen er tøkur eftir smáskaða.

 

 

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 18.00, og dómari verður Alex Troleis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fíggjarstýringin hjá býráðsmeiriluta­num…
Kølið í dag
Regionaliserað Posta
Bill spyr um fígging til grund­stykkir
Jógvan spyr um navnanevndina
Dart: Lýdia og Petur vunnu
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski