Lýsing

Avtala við ES um tosk á Flemish Cap

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.08.2018 - 17:01 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Føroyar hava í serstakari avtalu við ES fyri 2018 fingið 450 tons av toski at fiska á Flemish Cap í 2018. Talan er um kvotu, sum er fingin til vega í eini býtisavtalu, har Føroyar hava latið ES føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum.

Føroyska kvotan í Suðurkyrrahavinum hevur i fleiri ár ligið ónýtt. Talan hevur eisini verið um eina lítla kvotanøgd sæð í mun til tær nøgdir, sum vórðu fiskaðar, tá føroyski fiskiskapurin tók seg upp í økinum í 2007.

Umráðandi er at tryggja, at kvotan verður fiskað, umframt at tryggja, at Føroyar fáa ágóða av kvotuni á annan hátt, verður hon ikki fiskað av føroyskum skipum. Seinastu tvey árini hava Føroyar tí latið ES føroysku kvotuna fyri at tryggja gagnnýtslu av kvotuni, og við tí endamáli at samla saman føroyska kvotu.

Hóast hesar royndir tykjast fleiri avbjóðingar vera at fáa kvotuna gagnnýtta við skipi undir føroyskum flaggi í 2018. Niðurstøða er tí gjørd um at gera eitt býti við ES, har føroyska kvotan av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum í 2018 verður flutt ES afturfyri, at ES flytur Føroyum toskakvotu á Flemish Cap.

Talan er í báðum førum um kvotur í altjóða sjógvi. Býtið er fingið í lag, tí økisbundnu fiskiveiðifelagsskapirnir SPRFMO og NAFO loyva limalondunum at flyta kvotur sínámillum í einum fiskiári.

Avtalan við ES fevnir um 450 tons av toski í 2018 og 450 tons av toski í 2019.  

Lagt er upp til, at tey 450 tonsini í 2018 verða latin sum felagskvota til teir rættindahavarar, sum eftir gomlu lógini høvdu veiðiloyvi eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Kunngerð hesum viðvíkjandi er send til hoyringar í dag.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…