Lýsing

Gakk ella renn fyri heilsuna á Summarfestivalinum

SKRIVAÐ: Treysti  |  10.08.2018 - 11:00 Ítrottur Tíðindi

Í morgin kl. 11.00 verður vælumtókta tiltakið, har byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Kom við til gangi og rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2018" á Summarfestivalinum, ið Treysti og Føroya Bjór skipa fyri. Vælumtókta tiltakið verður leygardagin kl. 11.00 á Summarfestivalinum.

Øll sum luttaka eru við í kappingini um góðar vinningar frá Føroya Bjór:

- 3 x gávukort á 320 kr. frá Føroya Bjór
- 3 x t-shirt frá Føroya Bjór
- 5 x 6 pakk av Jolly Cola

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur: “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum. Vit royndu tað í fjør og vóru nógv fólk við. Ætlanin er eisini, saman við Føroya Bjór, at gera hetta tiltakið til ein fastan tátt á komandi Summarfestivalum.

Aftaná renningina er møguligt at fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Hanus væntar at hava opið til midnátt
Útleigaður KÍ leikari kann spæla móti KÍ
Yvir 10.000 portiónir av fish & chips ti…
Øssur Thomsen bøtti skjótast
Sólva, Elin, Boas og Oluf svumu skjótast
Andrias og John vunnu sera spennandi fin…
Ferđsluavbjóđ­ingar á Sjómanna­degnum
Hesi vunnu fiski­kappingina
John Havn egnir skjótast í 2018
Eydna og Dávur vundu skjótast
Egga Heinesen vann agnskeringina
JFK serverar Fish&Chips
Bestu skip í nøgd og virði
Nógv fólk til setanina
Seglskip­ini komu á Klaksvík
Málslúku­rin alir síl í Miðjútlandi
Høgni Hoydal setur Føroya Sjómannadag um…
Uden mad...
Vatnkríggið var ógvusligt