Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ókeypis og rúsfrí sjómansveitsla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.08.2018 - 07:24 Leiðarin Mentan Vinna

Summarfestivalurin er valla liðugur, so fara Sjómannadagarnir nú av bakkastokki. Fokusið skiftir tó nakað, frá at fagna tónleikinum til at fagna sjómanninum. 

Tá ið lesarin situr við hesi útgávuni av Norðlýsinum í hondini, hava tvey tey fyrstu tiltøkini á Sjómanna­degnum longu verið. Byrjað varð longu mánakvøldið í Gamla Seglhúsi, har grannskoðarafyritøkan NUMO greinaði fíggjarligu støðuna hjá húkaflotanum, og í gjárkvøldið greiddi Bogi Jacobsen frá endurbyggingini av uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri. Jógvan Skorheim, borgarstjóri greiddi síðani frá framtíðini í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

Hóast leygardagurin er sjálvur Sjómannadagurin, og megin­parturin av øllum tiltøkunum liggur har, er størsta einstaka tiltakið helst Fiskivinnutingið, ið verður í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld kl. 19. Her hittast allir sjey floksformenninir í politisku flokkunum at kjakast um fyrstu royndirnar av fiskivinnunýskipanini. Buzzorðini verða ivaleyst Menningarkvotur og politisk útlutan. Norðlýsið stroymir fundin beinleiðis á heimasíðu okkara.

Hósdagin verður spennandi fyrilestur í Betri har danin Thorbjørn Hendil fer at greiða frá tá hann datt fyri borð og rak einsamallur í sjónum í næstan eitt heilt samdøgur, og fríggja­dagurin býður so uppá fiskikapping og vatnkríggj, ið eru vorðin tvey av teimum heilt stóru tiltøkunum á Sjómanna­døgunum. Einki bendir á at hesi fara at standa nakað aftanfyri undanfarin ár.

Leygardagurin er sjálvur Sjómannadagurin. Dagurin byrjar longu klokkan 9, tó at formliga setanin er kl. 10:45, har borgarstjórin fer at bjóða vælkomin og fiski­mála­ráðharrin setir dagin. Fleiri framsýningar, bæði á landi og umborð á skipum, lata upp kl. 11 og verða opnar til út á seinnapartin.

Ongum nýtist heldur at ganga svangur á Sjómannadegnum. Risarnir í føroysku fiski- og alivinnuni, JFK, Christian í Grótinum og Bakkafrost, bjóða ávikavist fish & chips, makrel og laks, borðreitt á forkunnugar hættir. Sjómannadagurin sjálvur bjóðar samstundis feska grind; tvøst, spik, eplir og sterkan sinnopp. Óansæð hvønn sjómat einum dámar best, ella um ein vil royna allar rættirnar, er alt púra ókeypis.

Tað verður ov rúgvusmikið á hesum plássi at nevna alt í skránni, so nóg mikið man vera at siga, at skráin væl og virðiliga stendur mát við skránna undanfarin ár. Punktum­mið verður sett í Christianskirkjuni sunnudagin, har Hanus á Gørðum sóknarprestur prædikar. Umboð fyri sjóverjuskipini Brimil og Hvidbjørnen hava upplestur. 

Føroya Sjómannadagur er fyrst og fremst eitt tiltak til heiðurs fyri føroyska sjómanninum. Tiltakið er ópolit­iskt í tann mun, at eitt ynski um at vísa politikarunum á tann ovurstóra týdningin, sum sjómaðurin og fiskivinnan hava fyri føroyska samfelagið, er tað einasta politiska, sum fyriskipararnir leggja fyri dagin. Restin snýr seg um at heiðra fiskimannin á ein virðiligan og uppibornan hátt. 

Øll tiltøkini eru ókeypis og rúsfrí.. Øll eru væl­komin, og royndirnar vísa, at gestirnir duga framúr væl at gera dagarnar læruríkar, stuttligar og til ein sømiligan fagnað av føroyska sjómanninum.

Norðlýsið ynskir øllum vælkomnum á Sjómannadag(ar)!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB