Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvotur kontra fiskidagar

SKRIVAÐ: Thormund Johannesen  |  16.08.2018 - 08:21 Lesarabrøv Politikkur

Ljóðaði á fiskivinnutinginum í kvøld, sum at samgongan er farin at ivast, um tað er rætt at fara yvir til kvotur á føroyaleiðini.

Bar til at stýra fiskiskapi við fiskidøgum eina heldur enn kvotum (tonsum), ivist eg onga løtu í, at fiskidagar høvdu verið tann betra skipanin.


Argumentini fyri tí, so sum útblaking, alt til lands, stovnsmetingar og so framvegis, kenna vit øll.
Men nú er málið tó ikki so einfalt, sum tað mangan verður gjørt til í kjaki um kvotur kontra fiskidagar.
Eitt tons er eitt tons og hevur stórt sæð sama virði, um tað verður fiskað við stórum skipi, lítlum skipi, línu, snellu, gørnum ella troli.


Virðið á fiskidøgum harafturímóti eru líka so ymiskt, sum skip og reiðskapir eru ymisk. Fyri hvørji hundrað skip eru sostatt næstan hundrað ymisk fiskidagavirði.


Í eini fiskidagaskipan mugu skipini tí býtast í bólkar í mun til reiðskap og stødd, og harafturat skal roknast ein teoretisk veiðuorka fyri hvørt einstakt skip.


Síðani skulu avmarkingar leggjast á skipini, soleiðis at veiðuorkan skal ikki kunna økjast.
Fiskiskapurin verður altso ikki stýrdur við fiskidøgum eina, men eisini við politiskum- og embætismannásetingum, sum eru rættuliga óneyvar og órættvísar.


Hesi trý viðurskiftini: Uppbýti í bólkar, teoretisk roknað veiðuorka og avmarkingar á hvørt einstakt skip, til tess at byrgja upp fyri øktari veiðuorku, eru øll ein forðan fyri tillaging og menning av flotanum.


Hetta hava vit eisini upplivað í ólukkumáti undir fiskidagaskipanini seinastu 20 árini. Ongin menning yvirhøvur, ei heldur hjá teimum skipum, sum hvørt ár hava havt rímilig úrslit, og tey eru hóast alt nøkur.


Í eini kvotuskipan nýtast hvørki bólkabýti, teoretisk roknað veiðuorka ella avmarkingar til tess at forða fyri øktari veiðuorku. Reiðarin kann hava púra fríar teymar, at tillaga og menna síni veiðutól, til tess at fáa sum best burtur úr.
Besta amboð til menning og áhaldandi betri úrslit eru fríir teymar hjá vinnuni at optimera síni veiðutól. Tað gerst væl undir eini kvotaskipan men slett ikki undir eini fiskidagaskipan.


Tí eru ein kvotaskipan nógv betri enn ein fiskidagaskipan, hóast vansarnar við útblaking.
 
Thormund Johannesen
Skipsførari, skipsverkfrøðingur M.Sc.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB