Hann var uppgivin - tilbúgvingin gavst at leita, tí hann átti at verið deyður
Thorbjørn Hendil, tryggingarmaður og frítíðarsiglari, hevði ein sera áhugaverdan og gevandi fyrilestur í Betri í gjárkvøldið. Nógv fólk vóru eisini møtt til fyrilesturin, og tey fingu eina skelkandi uppliving at hoyra um.
Ikki kann sigast annað enn, at fyrilesturin vendið sær nógv til trygd á sjónum. Millum annað segði Thorbjørn, at hann bar altíð bjargingarvest tá hann fór í bátin, og tað var júst hetta sum bjargaði lívi hansara. Men hann segði eisini, at tá hann avgjørdi at fara einsamallur við báti sínum, átti hann at hava havt eina lívlínu á sær, soleiðis, at um hann datt á sjógv, so sigldi báturin ikki frá honum.
Aftaná fundin var nógv prát. Menn tosaðu um, at bjargingarvestarnir, ið ikki eru til ampa fyri arbeiðið umborð, eru alt ov dýrir her á landi og at nógvir hveppa sær við at ogna sær slíkar, tí tað skal ein kapitalur til um tú skalt ogna tær einar tríggjar fýra.
Thorbjørn Hendil skuldi tøma eina pøs ímeðan hann sigldi, hann legði seg við rygginum ímóti uppstandinum ella lynningini, sum vóru tveir spentir weirar. Men teir brustu og maðurin endaði í havinum. "Eg minnist bara, at tá eg kom upp undan aftur, sá eg bátin sigla frá mær, einar 10 metrar burturi. Báturin sigldi við umleið 4 míla ferð, so tað var ongin møguleiki hjá mær at fáa bátin aftur við at svimja, so hann hvarv bara spakuliga í havsbrúnni."