Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongantíð at síggja tað góða ið sagt verður!

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  17.08.2018 - 21:15 Politikkur Tíðindaskriv

 “ALS-skipanin er ikki ein skipan, sum nakar hevur hug at vitja leingi. Hon er ein neyðstøð.” Hetta var tað, sum eg skrivaði um Arbeiðsloysisskipanina (ALS) í aftursvarinum til Gunvá við Keldu.

Alt byrjaði við, at Gunvá við Keldu helt varaborgarstjóran vera so hugmóðiga, vegna viðmerkingina um tær góðu sosialu skipaninar vit hava í Føroyum.

Yvirskriftir sum “Fiskivinnan tekur livibreyðið frá 25 familjum” gera ilt hjá øllum. Sjálvandi ynskir eingin tað. Tí kom mín viðmerking. Tó sigur Gunvá við Keldu, í grein fyri døgum síðani, seg gleðast um tær samhaldsføstu skipaninar vit hava í Føroyum. Men í verki er hetta so ikki nakað, sum vit hava sæð serliga nógv frá Fólkaflokkinum.

Tá ið Gunvá við Keldu endar grein sína við: “Tað er umráðandi, at tey ið stjórna, til eina og hvørja tíð, føra ein politikk ið megnar at fáa føroyska borgaran úr ALS og ikki førir politikk, soleiðis at borgarar enda í ALS.” má eg spyrja: “Hvat billar tú tær inn?” Heldur tú veruliga, at nøkur samgonga – vinstravend ella høgravend – ætlar sær at føra politikk, sum førir borgarar í ALS, og ikki úr ALS?

Eg kann vísa til tøl frá Hagstovuni sum vísa, at í 2017 vóru 3252 lønmóttakarar í Føroyum, í mun til 3043 í 2015. Og henda framgongd er eisini at síggja í Norðoyggjum. So neyvan er nøkur duld politisk dagsskrá frá hesi samgonguni um, at fáa fleiri borgarar í ALS.

“You cannot strengthen the weak by weakening the strong” er ein politisk ideologi, sum vit ikki eru samdar um. Havi ongantíð sagt antin ella. Vit skulu hinvegin hava bæði vinnulív, kommunalt og alment virksemi. Tað gagnar øllum samfelagnum best, og tað gagnar øllum fólkinum best. Hetta prógvar fólkavøksturin og framburðurin í Klaksvíkar kommunu seinastu árini so sanniliga eisini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB