Lýsing
Lýsing
Lýsing
Brimil gav Hvidbjørnen ein umgang

Kríggj í Klaksvík

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  17.08.2018 - 21:18 Mentan Myndarøð Tíðindi

So var stóri dagurin við vatnkríggi í Klaksvík aftur, har abbar blíva til smádreingir. Meðan ommurnar standa á kaiini og hyggja at, eru abbar og pápar saman við børnunum í bátum og sproyta á manningarnar í hinum bátunum.

Danska verjuskipið, Hvidbjørnen, Brimil, Rólant og Núpur vóru tey størru skipini við flestu fólkunum og bestu útgerðini í mun til hópin av smábátum, sum eisini vóru við.

Tað sá út til, at Brimil var munin betri útgjørdu við stórum vatnkanónum og av somu grund fekk danska verjuskipið, Hvidbjørnen ein avsmurning av Brimli og varð rættiliga vaskað av.

Jú, sanniliga ein hugnalig løta. Tó at tað regnaði, so var tað eingin, sum varnaðist tað, tí ein rættur vatnkríggj-drongur, -genta ella -maður ræðist ikki vatn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…