Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vatnkríggið var ógvusligt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.08.2018 - 23:39 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sjálvdan hevur tú sæð so nógv vaksin og børn saman, gloyma alt í felags spæli, sum við vatnkríggið í Klaksvík í Kvøld. Tað var ótruligt at síggja, høgur og lágur, ríkur og fátakur, klókur og vanligur, kvinnur og menn, gentur og dreingir, vit vóru øll í leiki saman. Ein heilt einastandandi løta.

Skipini og bátarnir á sjónum, alt væl fyrireikað har fólk vóru væl klødd til vatnkríggj, bjargingarvestar á hvørjum kroppi og trygdin í hásæti. - Og vit stuttleikaðu okkum, ein løta í børn og ung seint fara at gloyma. Hetta var bara vatnkríggið tað størsta og tað stuttligasta.

Á brúnni við Antinis hús var serligt vatnkríggj fyri tey smæstu. Har var sanniliga eisini kríggj, hugni og stuttleiki. 

Hvussu nógv fólk vóru í leiki í kvøld vita vit ikki, men fleiri hundrað og í hvussu so er tvinni túsund. - Tað besta av tí besta, onki óhapp og bara smílandi andlit at síggja. - Sjómannadagurin hevði so skipað fyri, at heitt kaka við fløta var til øll. - Ein ótrúligur dagur, vit gleða okkum til í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…