Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Magnussen býr í Randbøldal, sum liggur miðskeiðis millum Billund og Vejle

Málslúkurin alir síl í Miðjútlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.08.2018 - 10:10 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tey, sum ikki eru heilt ung longur, munnu minnast til navnið Bergur Magnussen, sum á Oyggjaleikunum í 1989 skoraði 6 mál ímóti Álandi – eitt met, sum stendur enn. Í dag eigur og rekur hann eina alifyritøku saman við øðrum í Danmark.

Á middegi hósdagin 12. juli koma vit til Hestlund, ið liggur einar 5 km vestan fyri Give. Fyri okkum stendur fryntligi hvalvíkingurin Bergur Magnussen, sum hevur búð í Danmark seinastu 15 árini. Bergur eigur alifyritøkuna saman við øðrum, og teir hava rikið hana seinastu 10 árini. Hann fóðrar, og sveittin perlar av honum. Hitin hevur nevniliga verið yvir 30 stig, nú sonn hitabylgja hevur rakt Danmark.

- Tá eg byrjaði, høvdu vit sílini í útgrivnum hyljum, men alt hetta er nú skift út við basseng. Vit hava fingið EU stuðul í sambandi við útbyggingina, sigur Bergur

- Alibrúkið er burðardygt, nærum alt vatnið verður endurnýtt, tað sirkulerar gjøgnum gomlu bassengini og verður á tann hátt reinsað, og rennur so inn aftur her. Sílini fáa onki medisin, sigur Bergur

- Her eru 60 - 70 tons í bassengunum, og vit selja eini 250 tons um árið. Í byrjanini seldu vit portiónsfisk á 300 g – 500 g til tvær fyritøkur. Í dag selja vit stóran fisk,    3 kg – 5 kg til Norlax í Varde, har tey roykja sílini. Prísurin er 35 kr í miðal fyri kg. Øll sílini verða kruvd beinanvegin, sum tey vera tikin, sigur Bergur.

- Tá vit byrjaðu, framleiddu vit 150 tons um árið, og í dag umleið 250 tons um árið, men vit ætla at framleiða 800 tons um árið. Til hetta krevjast útbyggingar, og tað kostar umleið 10 milliónir krónur, sigur Bergur.

- Henda vinnan er lítil í Danmark, og danskir bankar eru sera trekir at veita fígging, sigur Bergur.

Tá vit siga farvæl og koyra av alibrúkinum, er tað ómøguligt ikki at hugsa um dystin og gullmerkini í fótbólti á Oyggjaleikunum í 89. Føroyar leiktu á heimavølli móti Álandi, og talan gjørdist um ein knúsandi 7-1 sigur, har Bergur Magnussen skoraði 6 mál í dystinum. Hetta metið eigur hann framvegis nú skjótt 30 ár seinni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Traktorriðil til Havnar at mót…
Ein heimsstjørna til Føroya!
Bíblian á føroyskum í sjeytifimm ár
Gjørdist heimskendur av dómarahending
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…