Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Útleigaður KÍ leikari kann spæla móti KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.08.2018 - 21:50 Ítrottur Tíðindi

19 ára gamli Aksel B. Danielsen er útleigaður frá KÍ og skal sunnudagin fyri fyrstu ferð spæla móti KÍ.

Aksel hevur ongantíð áður roynt at spælt móti barnsdómsfelagnum, sum hann umboðaði fram til í summar og sum hann hevur sáttmála við til og við 2019.

- Tað verður sjálvandi sera serligt og løgið fyri meg at spæla móti KÍ. Eg havi ongantíð umboðað nakað annað felag í Føroyum enn KÍ, so tað verður øðrvísi, men samstundis eisini spennandi og stuttligt, sigur Aksel B. Danielsen, sum hevur tveir beiggjar í Niels Pauli Danielsen og Ragnar B. Danielsen, sum báðir hava spælt oftani móti KÍ.

 

 

Hugsar ikki um at hann kann hjálpa HB

Í FM stríðnum hevur KÍ mist sambandið við HB, men hóast heili 8 stig eru á muni, so er KÍ framvegis nummar tvey og tí besta boðið uppá ein avbjóðara, um HB skuldi farið at mist stig. Útleigaði KÍ álopsleikarin hugsar ikki um, at hann kann senda FM enn longur burtur hjá KÍ og samstundis hjálpa arvafíggindunum HB.

- Eg havi ikki hugsað serliga nógv um, at eitt mál frá mær kann senda KÍ longri frá FM. Bæði KÍ og EB/Streymur vóru samd um, at eg bleiv útleigaður fyri at mennast og fáa spælitíð, so tað vildi KÍ ikki standa í vegin fyri, tá vit so skuldu møta teimum, sigur Aksel B. Danielsen at enda.

 

 

Dysturin í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 15.00.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…