Lýsing
Lýsing

Jógvan S fær øll loyvir aftur frá Fiskimálaráðnum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.04.2004 - 15:37 Eldri tíðindi

Frøðin er stór á Stoysoyra ídag. Fiskimálaráðharrin hevur avgjørt ikki at appelera dómin um Jógvan S, har Fiskimálaráðið tapti sakarmálið. Tíðindaskrivið frá Bjørn Kalsø fiskimálaráðharra er soljóðandi:


 
 


Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur avgjørt, at dómurin í rættarmálinum viðvíkjandi afturtøku av fiski- og veiðiloyvinum hjá ”Jógvan S”, ikki verður skotin inn fyri Eystara landsrætt.
 
Málið var viðgjørt á landsstýrisfundi í dag, týsdagin 13. apríl 2004, og fekk landsstýrismaðurin fulla undirtøku frá Landsstýrinum fyri hesum.
 
Dómurin, sum Føroya rættur feldi tann 30. mars 2004 í rættarmálinum móti Fiskimálaráðnum, gav Sp/f Nakki fult viðhald í málinum.
 
Føroya rættur staðfestir í dóminum, at upprunaliga tilsøgnin frá Fiskimálaráðnum um at flyta fiskirættindi frá ”Barinum” og ”Skørini” yvir á ”Jógvan S” var í samsvar við ásetingarnar í § 8, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Rætturin leggur stóran dent á, at ein borgari ella vinnufyritøka, sum hevur fingið eina tilsøgn frá einum almennum myndugleika, og sum síðani skipar sítt virksemi eftir hesum, ikki eigur at missa lógliga vunnin rættindi.
 
sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. sigur Bjørn Kalsø at enda.
 Dómurin hjá Føroya rætti er at finna á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum. www.fisk.fo
Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…