Lýsing
Lýsing

Jógvan S fríkendur í rættinum: -Fiskimálaráðið tikið dómin til eftirtektar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.04.2004 - 11:27 Eldri tíðindi

Vinnuhúsið hevur roknað út, at ein línubátur gevur umleið 40 ársverk. Hesir umleið 40 fólk hava mist inntøku í átta mánaðar nú Jógvan S við órættum hevur ligið bundin til kaj.

Týsdagin seinnapartin, komu tíðindini frá Fiskimálaráðnum, at ráðið ikki metti grundarlag vera fyri at appelera dómin, sum varð avsagdur í Føroya Rætti, har Fiskimálaráðið var dømt at geva Jógvani S fiski- og veiðiloyvi aftur. Harafturat sigur rætturin í sínari niðurstøðu, at Fiskimálaráðið hevur endurgjaldsábyrgd yvir fyri felagnum Nakki, sum eigur Jógvan S mótvegis órættvísu annuleringini av fiskiloyvinum.
Reiðarin á Jógvan S fekk ein margháttligan spurning frá Útvarpinum í samband við eitt møguligt endurgjald frá reiðarínum Nakki til Fiskimálastýrið. Reiðarin var spurdur um hvussu tað kendist, at senda eitt endurgjaldskrav út til skattgjaldaran (?).
Útvarpið átti at vita, at tað er ikki Nakkur, ið áleggur skattgjaldaranum nakað sum helst. Tað er hinvegin kloddaligi atburðurin hjá umsitingini í Havn, sum nú helst fer at kosta føroyinginum dýrt í skattakrónum. Umsitingin, saman við politiska myndugleikanum tók inntøkugrundarlagið undan Nakki, Jógvani S og manningini í heilar átta mánaðar og tá rætturin hevur talað og sigur at hetta var gjørt undir skeivum fortreytum, so er bæði rætt og rímuligt at umsiting og politiski myndugleiki má gjalda skaðan aftur, at so myndugleikin sendir rokningina víðari til skattgjaldarin átti heldur at verið ein meira áhugaverdur spurningur hjá útvarpinum at sett.
---
Tá vit ringdu til Jógvan Lutzen týskvøldið, segði hann okkum, at hann alla hesa tíðina meðan skipið hevur ligið bundið til kaj hevur fingið eina ótrúliga uppbakking frá fólki allastaðni ífrá, og bað hann okkum so hjartaliga takka øllum, sum hava givið honum og hansara samstarvsfeløgum dyggan stuðul alla hesa tíðina.
Um Jógvan S, sigur Jógvan Lutzen: Jógvan S hevur ligið bundin við kaj í 8 mánaðar, og nú hava vit so fingið loyvi at fara til fiskiskap aftur, men sjálvandi har er eitthvørt sum skal gerast áðrenn skipið kann fara aftur í drift.
Endaliga avgerðin í rættarmálinum er bert nakrar tímar gomul, so vit hava ikki fingið lagt okkum framtíðina rættuliga til rættis enn, men fyribils heldur so Skørin fram við sínum fiskiskapi, til Jógvan S aftur er fult klárur at fara til fiskiskap.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…