Lýsing
Lýsing
Lýsing

Helt at almennu útsagnirnar hjá Øssur Winthereig vóru óhepnar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  01.11.2017 - 11:16 Eldri tíðindi

Johnny í Grótinum, váttar at hann beint eftir fyrireikandi fundin hjá nevndini, sum hann setti at eftirmeta dokumentarsendingarnar um skattamálið hjá Eik, broytti støðu og avgjørdi at tað gagnaði ikki arbeiðinum hjá eftirmetingarnevndini at Øssur Winthereig, var partur av arbeiðinum.

Johnny í Grótinum, váttar at hann beint eftir fyrireikandi fundin hjá nevndini, sum hann setti at eftirmeta dokumentarsendingarnar um skattamálið hjá Eik, broytti støðu og avgjørdi at tað gagnaði ikki arbeiðinum hjá eftirmetingarnevndini at Øssur Winthereig, var partur av arbeiðinum.

Norðlýsið bað stjóran í KVF viðmerkja hví hann fríggjakvøld biður framstandandi sjournalistin, Øssur Winthereig, um at standa fyri arbeiðinum at eftirmeta ”Skattamálið hjá Eik”, og mánamorgun er á fundi við hann um arbeiði, fyri síðani sama kvøld at koyra hann úr nevndini.

- Fyri tað fyrsta so var Øssur Winthereig ikki settur í starv. Hann er í starvið hjá egnari fyritøku, men tað er rætt at eg heitti á hann um at standa á odda fyri nevndini, sum eg setti at eftirmeta fakliga arbeiði í samband við nevndu sendingar.

- Kringvarpið hevur áður gjørt eftirmetingar, men hetta er fyrsta ferðin at vit hava gjørt eina skipaða tilgongd til hetta arbeiði.

- Í hesum sambandi tosið eg sjávandi við starvsfólkini í Kringvarpinum og eftir samrøðu við starvsfólk havi eg mett at tað var rætt, at kanningin var innanhýsis á stovninum fyri at man reelt kundi fáa eina álitsvekjandi og tryggja eftirmeting.

- Harafturat varð eg gjørdur varugur við at Øssur Winthereig umvegis Facebook hevði gjørt sera kritiskar almennar viðmerkingar til innslag, sum Jan Lamhauge hevði um skattamálið í Dagur og Viku.

- Tí var tað óheppið at hava hann í nevndini, og ringdi eg til hansara og boðaði frá mínari støðu.

Hví varð leita uttanhýsis?

Norðlýsið spurdi Johnny í Grótinum, um hann var undir trýsti frá tíðindadeildini í KVF, tá hann í tveimum førum roynir at fáa eina uttanhýsis kanning og tað so álíkavæl endar við eini innanhýsis kanning. Fyrst var leita til fjølmiðlakærunevndina, at spyrja um hon kundi leiða eftirmetingina og síðani bleiv leita til kenda og roynda sjournalistin, Øssur Winthereig. Men álíkavæl endar tað við at bert starvsfólk á tíðindadeildini hjá KVF sleppa at luttaka í eftirmetingararbeiðnum?

- Lat meg beinan vegin siga, at tað var eitt mistak at spyrja fjølmiðlakærunevndina. Hon hevur ikki heimild at luttaka í slíkum tí hon er kærumyndugleiki í fjølmiðlamálum. Eftir at hava tosað við starvsfólk á stovninum bleiv eg sannførdur um at tað var rættari at eftirmetingin varð gjørd av stovninum sjálvum, og tað standi eg við. Ein stovnur sum KVF eigur at hava regluligar eftirmetingar og tá vit nú hava valt at gera eina eftirmeting av hesum málinum, er tí at tað eru komnar almennar skuldsetingar fram um at man her á stovninum hevur gjørt nakað utiøst ella ólógligheitiri í samband við viðgerð av einum málið. Tað kann ein stovnur sum KVF ikki hava sitandi á sær.

(Norðlýsið leitaði fram útsøgnina hjá Øssur Winthereig á Facebook, og her er hon:

ØSSUR WINTHEREIG: Eg, sum fái áleið hálva mánaðarløn frá KVF fyri sendingina Afturáaftur, kann ikki á nakran hátt taka undir við tí manipulasjón, sum var gjørd í seinnu sending um skattamálið hjá EIK. Hugsi um, at myndir og ljóð av Súna Schwartz og Eyðun Mørkøre frá eini bókaframløgu á Hafnia, verða flættaðar inn í sendingina, sum undirbyggjandi partar. Skulu KVF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar.

RED: Men í svarið til status hjá Øssur, viðmerkir Brynhild Thomsen, sum framegis situr í nevndini, sum sett er at eftirmeta sendingarnar hjá KVF, eisini málið. Hon leggur ikki fingrarnarnar ímillum, men skrivar soleiðis:

BRYNHILD THOMSEN: Og eg, sum fái fulla mánaðarløn frá KVF, kann heldur ikki á nakran hátt taka undir við, at manipulerandi arrogansan festur røtur, so hon púra ósmæðin og valdsfullkomin endar dag og viku-innslag við at rysta við høvdinum við himmalvendum eygum eftir samrøðu við stjóran á Taks

Onga viðmerking:

Norðlýsið spurdi Johnny í Grótinum, hví Brynhild ikki eisini var koyrd úr bólkinum, men hann svarar soleiðis:

- Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til arbeiðsbólkin og innanhýsis eftirmetingararbeiðið.

Sostatt kunnu vit staðfesta at í eftirmetingarbólkinum sita: Rógva Olavson, Brynhild Thomsen og Beinta á Løve.


---------


Í innslagnum sum Brynhild Thomsen sipar til síggja hyggjarar, at sjournalisturin, Jan Lamhauge, flennur eftir tí, sum stjórin í TAKS sigur við himmalvendum eygum sí her


Hetta søgdu aðrir føroyskir sjournalistar um nevnda innslag:

Grækaris Djurhuus MagnussenManipulasjónin máar ikki bara støðið undan sendingini, tað ávirkar eisini trúvirðið í allari viðgerðini, sum hesin journalisturin hevur havt av sama máli í t.d. Degi og Viku. Og so er spurningurin eisini, hvør hevur góðkent hvat? Og hvat hevur leiðslan gjørt í sambandi við innslagið í Degi og Viku, har sami journalistur situr og ristir við høvdinum og flennir forhánisliga eftir tí, stjórin í Taks ber fram?

Kári MikkelsenÓmetaliga stórt spell og ikki minst til stóran skaða fyri fremsta vakthundin í føroyska samfelagnum, at slíkt eftir øllum at døma kann koma fyri. Er talan um manipulatión, sum tað sær út til, er hetta eitt sera álvarsligt brot á allar journalistiskar meginreglur, ið eru hornasteinurin undir øllum journalistikki. Vónandi verða teir mongu dugnaligu journalistarnir í KVF ikki miskrediteraðir orsakað av hesum, tí føroyska samfelagið hevur brúk fyri teimum. Øssur hevur tí rætt í, at slíkt má fáa avleiðingar, so tað frammanundan misjavna trúvirðið hjá KVF, ikki fær enn eitt skot fyri bógvin. Á øllum seriøsum journalistútbúgvingum er ein týdningarmikil lærugrein journalistiskur etikkur. Eg ivist onga løtu í, at hevði manipulatión av slíkum slagi verið avdúkað ísv. við eina journalistiska uppgávu, hevði viðkomandi verið varpaður út um skúladyrnar uttan nakra sum helst ávaring!

Uni ArgeÍ seinastu Eik-sendingini varð lagt fyri við at siga, at málið er einfalt, men so gekk ein tími við fleiri síðuvinklum, donskum serfrøðingum og fyrr sendum samrøðubrotum aftrat høvuðsvinklinum, sum er spurningurin, um Eik hevði rætt til skattafrádráttin.

Nógv drama var í luftini, men vit kunnu ódramatiskt spyrja:

1. Hevði Eik ikki rætt til at halda - og royna - um bankin kundi fáa frádráttin?

2. Er tað møguliga TAKS, sum hevur ein trupulleika, tá TAKS játtar frádráttin?

3. Tosaði Astrup ikki við tveimum tungum í sendingini, tá hann sambært fundarfrásøgn í Eik í 2014 ongar viðmerkingar hevði til, at Eik royndi eftir frádráttinum og enntá segði hetta vera eina skyldu hjá nevndini?

Í fundarfrágreiðingini stóð sambært Norðlýsinum:

"Jørn Astrup var ikke uenig i, at der også forelå muligheden af, at omtalte beløb kunne være skattemæssigt fradragsberettiget, og at hvis bestyrelsen på det foreliggende grundlag undlod at begære fradrag i skatten på det foreliggende grundlag, kunne det muligvis medføre et ansvar for bestyrelsen."

Men Astrup koppaði 180 stig um jóltíðir 2015 og deponeraði vist ein bunka av skjølum til Miðlahúsið og KvF. Var tað fyri at flyta eina apu, ið kanska stóðst av egnum forsømilisi mótvegis Finansiel Stabilitet í Eik-nevndini, frá sær sjálvum yvir á bankaleiðsluna og restina av nevndini?

Ongin ivi er um, hvat Skattamálið II vildi siga: Leiðslan í Eik var sek í at royna at snýta landskassan fyri 90 mió. kr. Hetta er júst tað sama, sum Astrup vildi hava miðlarnar at pástanda. Í dag hevur hann tó drigið í land, tí hann vil sleppa undan ærumeiðingarmálinum í rættinum.

Sum uttanfyristandandi hungrar tú eftir at sleppa djúpri niður í materiuna at fata alt málið, men tað eru vit ikki sloppin, tí tveir stórir miðlar hava borið fram ein og sama vinkul, sum - serliga vegna Astrup - vendi ímóti Eik-leiðsluni.

Nú ein dagin skrivaði DR so um málið. Har kom knappliga fram, at nevndarformaðurin í Eik, Torben Nielsen, longu í 2011 sjálvur mælti til, at ivamálið um frádráttin skuldi leggjast fyri TAKS. Lat okkum royna, segði hann - og TAKS gav so Eik rætt. Deloitte í Danmark segði eisini seinni, at Eik hevði rætt til frádráttin, men tað nevndi KvF ikki.

Endamálið við hesum tekstinum er ikki at døma um, hvør hevur rætt ella skeivt, men at spyrja, hví vit ikki hava fingið allar lutirnar í málinum lýstar.

Tú fært ta kenslu, at Jørn Astrup kláraði at spenna tveir miðlar fyri sín vogn, tí hann var í øðini um, at TF Holding í fyrstu syftu fekk 70 prosent av Eik nógv bíligari, enn Finansiel Stabilitet upprunaliga ætlaði. Vit minnast jú, at Henning Kruse á tíðindafundi í 2010 hótti landsstýrið – við Astrup undir liðini – til at keypa allan bankan straks, tí annars fóru teir í Finansiel Stabilitet at skifta karakter. Men landsstýrið læt seg ikki hótta. Teir máttu tí selja bíliga til TF Holding.

Tú fært eisini ta kenslu, at Astrup sum nevndarlimur hevur forsømt at kunna Finansiel Stabilitet um skattafrádráttin frá TAKS, tá tey seinastu 30 prosentini vórðu avgreidd til TF Holding. Tá hann uppdagar hetta, fer hann í kríggj – ímóti EIK-leiðsluni, og dramatikkurin er mangan øgiligur á sjónvarpsskíggjanum. Men sum millumgongumaður hevur Henning Kruse nú slættað sjógvin og fingið Astrup at tikið álvarsligastu orðini í seg aftur.

Nei, onki av hesum er sagt við fullari faktuellari vissu. Men gott hevði sanniliga verið at fingið málið lýst til fulnar – og ikki bara úr einum sjónarhorni. Tá er journalistikkurin jú meira fullfíggjaður.

Jákup MørkTá ein sending av slíkum slag verður gjørd, er tað so sera umráðandi, at tú ikki gevur "mótpartinum" nøkur ókeypis amboð til at flyta fokus. Tað hevur Jan gjørt í hesum, og tað er stórt spell.
At journalistar reagera so kraftiga er tí, at trúðvirðið er tað einasta, sum ein journalistur hevur at selja. Og tí má spurnartekin ikki setast við tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund