Lýsing
Lýsing

Betri stabilitetur krevur minni eftirlit

SKRIVAÐ: Føroya fiskimannafelag  |  01.11.2017 - 14:40 Eldri tíðindi

Ein kritikkur av Føroya Fiskimannafelagi hevur verið, at fiskimenninir renna ørindi fyri reiðararnar. At gera hesa niðurstøðu bert út frá tí, at fiskimenn og reiðarar eru samdir í, at partar av nýskipanini ikki eru til gagns fyri fiskivinnuna, er órímiligt. Tað sum reiðarar og fiskimenn eru samdur um, er, at standardir og trygd á sjónum ikki skulu versna, og hetta er nakað, sum øll átti at verið samd um. Tað merkir ikki, at fiskimenn og reiðarar draga somu línu í øllum. Tað merkir heldur ikki, at báðir partar síggja somu vansar við somu málum, hvørki tá tað kemur til eitt nú uppboðssølu ella vertikala integratión

Ein kritikkur av Føroya Fiskimannafelagi hevur verið, at fiskimenninir renna ørindi fyri reiðararnar. At gera hesa niðurstøðu bert út frá tí, at fiskimenn og reiðarar eru samdir í, at partar av nýskipanini ikki eru til gagns fyri fiskivinnuna, er órímiligt. Tað sum reiðarar og fiskimenn eru samdur um, er, at standardir og trygd á sjónum ikki skulu versna, og hetta er nakað, sum øll átti at verið samd um. Tað merkir ikki, at fiskimenn og reiðarar draga somu línu í øllum. Tað merkir heldur ikki, at báðir partar síggja somu vansar við somu málum, hvørki tá tað kemur til eitt nú uppboðssølu ella vertikala integratión


Ein reyður tráður í atfinningunum av fiskivinnunýskipanini er tann stóra óvissan, ið stendst av henni. Her eru tað langt frá bert reiðarar og fiskimenn, ið stúra. Tey flestu, ið hava gjørt vart við seg í hoyringssvari, nevna gjøgnumgangandi óvissuna sum eitt afturvendandi kritikkpunkt. Tá so ymiskir instansar sum dátueftirlit, banki og fiskiveiðieftirlit mæla til at steðga á, eigur tað at siga øllum, at hyggjast eigur nærri at teimum viðfevndu broytingunum og óvissunum, ið eru í umbúna.


Hvat vilja myndugleikarnir?

Ilt er at fáa greiðu á, hvat landsmyndugleikarnir vilja. Mánadagin 6. februar 2017 er fiskimálaráðharrin í miðlunum sigur, at hann heldur fast um, at 100% av sjófeinginum skal á uppboðssølu. Í lógaruppskotinum, sum fall burtur í juli, varð sagt at 25% av heildarkvotuni av svartkjafti, makreli, norðhavssild, botnfiski í Barentshavinum, toski á Flemish Cap og botnfiski í Eysturgrønlandi, og 20% av veiddum fiski skuldi á uppboðssølu. Í núverandi lógaruppskoti er talið sett til 25% í báðum førum, men nú er tonsatal sett á nevndu fiskasløgini, ið bjóðast skulu út á uppboði, og tilskilað verður, at heildarkvotan omanfyri tað verður at roknað sum nýggj rættindi. Útmeldingarnar gerast sostatt meira torskildar.

Sambært nýskipanaruppskotinum er ætlanin, at verandi aktørar skulu varðveita síni rættindi lutvíst í eina tíð framyvir, men hvat síðani hendir, er ógreitt. Tað framgongur ikki nakrastaðni, um ætlanin er at vaksa um uppboðssøluna, men sum skilst á fiskimálaráðharranum, er hetta ætlanin. Er tað at seta uppboðssøluna niður í 25% nú so bert ætlað sum gloypibiti, fyri síðani at lata tann partin fylla meira og meira við tíðini?

Ætlanirnar hjá myndugleikunum við tilfeingisgjaldi hava ikki verið kendar fyrrenn nú, og framvegis eru stór ivamál um, hvussu tilfeingisgjaldið skal roknast. Sjálvur roknihátturin er kanska í lagi, men ógreitt er, hvussu komið fram verður til tølini at seta inn í frymilin. Hvussu ber tað til, at reiðarar kunnu seta ein øðrvísi prís, enn tann sum er galdandi á verðinsplani, kann spyrjast. Kann vertikala integratiónin gera, at virkisleiðarar á landi ávirka prísin soleiðis, at prísir verða avtalaðir, fyri á tann hátt at passa inn í krammið á “sínum” reiðarum? Her er neyðugt við munandi størri opinleika og skottum ímillum fiskivinnuna á landi og á sjónum.


Hvussu við trygdini og standardinum?

Dagurin, tá nýggi M/S Christian í Grótinum kom í flotan í 1998, verður av mongum mettur at vera dagurin, tá fíggjarkreppan í nítiárunum var av. Nú vóru góðar tíðir aftur, og hetta skínandi stálið av einum flaggskipi boðaði frá nýggjum. Nú var trygt aftur, bæði á sjógvi og landi, og tíðirnar fóru at verða betri.

Í dag njóta føroyingar gott av umdøminum at hava ein væl útgjørdan flota við manningum, ið teljast millum tær fremstu í heiminum, tá tað kemur til dugnaskap. Bæði góðskan á skipum og sjómansskapi eru í løtuni í hásæti, og fáa valla verið í nógv betri standi. Nýskipanaruppskotið leggur upp til, at tað skal vera lættari at leiga sær eitt skip, fiska av føroyskari kvotu eitt tíðarskeið, og so liggja stilt aftur tey fiskiárini, tá ein ikki vinnur uppboðssøluna. Men er hetta gott?

Í verandi støðu leggja reiðaríini seg eftir at fáa so góð skip sum gjørligt. Stálið skal halda so leingi sum møguligt, tí so verður ikki neyðugt at keypa nýtt í bræði. Nýskipanin leggur upp til at leiga minni góð skip, ið ikki eru bygd til endamálið. Við at fiskiskapurin verður skipaður við leigaðum skipum, verður støðan tann, at reiðaríini fara at leggja seg eftir at fáa so bílig skip sum gjørligt, tí tey skulu bert nýtast eitt stutt tíðarskeið kortini. Hetta er øvugta gongdin av teirri síðst í farnu øld og fyrst í hesi, har fleiri spildurnýggj og góð skip komu í flotan. Hvussu verður so við standardinum og trygdini umborð? Greitt er, at hetta fer at krevja ómetaliga nógv meira eftirlit, tá alsamt størri partur av føroyska skipaflotanum verður leigaður inn í styttri tíðarskeið, og fer hetta at gera, at reiðaríini fara at hugsa meira stuttsiktað.

Skipini eru eitt, manningarnar eru nakað annað. Munandi meira eftirlit má eisini til fyri at tryggja sær, at manningar, ið bert koma inn at arbeiða í føroyskum sjóøki í stutt tíðarskeið, hava neyðugu skeiðini og pappírini. Øll, sum kenna til fiskiskap vita, hvussu nógv upplæring má til, tá bert 1 ella 2 mans uttan royndir koma umborð. Skulu nú heilar manningar av leiguarbeiðarum inn, kann ein og hvør ímynda sær skilið. Her er greitt, at antin má Vørn fáa eina nógv størri játtan til at fremja eitt nógv størri eftirlitsarbeiði, ella eisini er umdømið hjá Føroyum sum sjófarandi tjóð í vanda.


Føgur orð og bleyt virði

Til tess at gera nýskipanaruppskotið meira borðbært fyri fleiri at gloypa, er kryddrað við positivum hugtøkum sum burðardyggleiki, virðisøking og stovnsrøkt. Men hesi halda ikki fyri nærri eftirkanning. At lagt verður upp til, at reiðarí skulu gera sær dælt av gomlum skipum og útlendskari manning, fer at hava keðiligar avleiðingar fyri burðardyggleikan í vinnuni. Upplæringin av nýggjum manningum fær eitt skot fyri bógvin, eins og stálið fer at gerast eldri og eldri. Hesi fara samanlagt at gera, at trygdin á sjónum gerst vánaligari.

Flutt yvir á ferðsluøkið á landi svarar hetta til, at til fór at bera at leiga sær ein gamlan ósýnaðan brúktan bil at koyra eftir føroysku vegunum, við nummarplátum, sum bert verða leigaðar til høvið, og latnar innaftur, tá farið verður avstað aftur.

At avtaka veiðiloyvini og lata skip og møguliga manningar, sum bert eru ætlað ad hoc, er í andsøgn við ynskið um virðisøking. Tá tosað verður um virðisøking, so fer uppboðssølan sostatt at gera tað beint øvuta, tá talan verður um virðið av skipunum, og somuleiðis fara vit at síggja eina virðisminking av bleytu virðunum, tá royndir og kunnleiki hjá manningunum verða roknað við sum virði.


Hvat vil Fiskimannafelagið?

Felagið hjá føroyskum fiskimonnum vil, at greiðar linjur eru. Vit eru ikki ímóti eini nýskipan, men vilja staðiliga heita á myndugleikarnar um at bera so í bandi, at galdandi standardur ikki fellur.

Vit ynskja eina skipan, ið leggur upp til at hugsa langsiktað. Har tað skal loysa seg at keypa skip og lata skip byggja, og kunna rokna við, at skipið fer at tæna tað mesta av síni livitíð undir føroyskum flaggi. Eina skipan, har fiskimenninir kunnu upplæra nýggjar fiskimenn at seta við. Ikki eina, har manningar verða leigaðar inn bert fyri at forvinna pening fyri síðani at fara avstað aftur.

Fiskimannafelagið skilir væl kritikkin hjá myndugleikunum og úti í almenninginum um, at stórar sølur eru farnar fram millum reiðarí við stórum persónum vinningi av føroyska fiskiríkidøminum, og tekur heldur ikki undir við hesum. Men at uppsiga øll veiðiloyvi er ikki gongda leiðin, og fer avgjørt ikki at forkoma strámannavirksemi.

Farið eigur ikki at verða frá skipanini við veiðuloyvum. Veiðiloyvi eru eftir tykki Fiskimannafelagsins tvørturímóti ein trygd ímóti strámonnum og ímóti spekulatión, tí tey gera, at skip eiga at hava verið í flotanum í eina ávísa tíð fyri at kunna sleppa til fiskiskap. Hetta tænir somuleiðis sum trygd ímóti at arbeiðsumstøðurnar umborð versna.

Ein minstiprísur skal vera, men hann skal vera fult gjøgnumskygdur og ikki verða ásettur politiskt. Her kann Noreg verða brúkt sum fyrimynd, har dagsprísurin verður ásettur av umboðum fyri reiðararnar, fiskakeypararnar og fiskimenninar, og javnt eftirmettur.

Ein uppboðssøla er ikki eitt gott hugskot, millum annað tí hon vil viðføra, at skip við ivasamari trygd og góðsku verða leigað inn í styttri tíð. Her eigur nýskipan heldur at eggja til, at flotin verður endurnýggjaður forsvarliga. Somuleiðis vil ein uppboðssøla merkja óstabilitet og ótrygg arbeiðsviðurskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin