Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarhald teira sjólátnu við minnisvarðan í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekstur Oliver - Myndir: Dávur Winther  |  01.11.2017 - 22:40 Eldri tíðindi

Rógvi Joensen, trúboðari flutti fram røðuna á degnum. Signhild V.. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini beyð vælkomin.

Við minnisvarðan vóru kransar lagdir. Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyri Klaksvíkar Kommunu, Henrik Old, landsstýrismaður fyri Føroya Landsstýri, Jógvan Páll Steinberg, formaður fyri Klaksvíkar Útróðrarfelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna fyri Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Arthur Guðjonsson fyri Klaksvíkar Arbeiðismannafelag.

Umframt felagssang, sang kórið í Christianskirkjuni

Eftir hátíðarhaldið har fitt av fólki vóru møtt, hóast veðrið ikki var av tí besta.

Røðan hjá Rógva kann lesast her niðanfyri:

Góðu landsmenn, tað er mær ein æra og heiður at standa her í dag og sleppa at luta nøkur orð við tykkum á Allahalganadegi í ár.

Í dag minnast vit, tey sum fórust á sjónum, tey sum onkursvegna borgaðu hægsta prís fyri at búgva úti í norðatlantini á hesum klettum og at hava sjógvin sum vinnuveg, og í hesum sambandi er hóskandi at dvølja eina løtu við deyðan.

Vit mistu nøkur í farna ári, nøkur av okkara elskaðu fórust mitt í verkum sínum, og hetta lat eitt stórt tómt rúm eftir seg.

Hesin óbodni gestur, deyðin, kom á gátt, og hann spurdi ikki eftir aldri og umstøðum, nei! hann tók rán sítt og fór uttan nakra útgreining. Tey, sum mistu, fingu ein brotasjógv sum breyt fyri sær á lísvskútuni, og í mongum føri tók hetta alla lívs-javnvág frá teimum, og tey máttu leggja stilt eina tíð, og stundum mátti leggjast undan óðnarveðrinum til at fáa lívskútuna sjóklára aftur.

C.S. Lewis hevur einaferð sagt: At missa ein elskaðan er sum at missa ein kropslim.

Ja av sonnum kunnu vit siga tað, at tey sum vit elska eru ein limur í okkara sjálvsfatan, og missa vit tey til deyðan, so missa vit ein part av okkum sjálvum og koma at uppliva lívstarn.

Lívið verður ongantíð tað sama aftur, vit mangla jú ein lim, men vit venja okkum við tarnið og gerast kreativ til hesa nýggju støðu, men tann misti limurin er tann sum formar okkara nýggju sjálvsfatan.

Skuggin av kærleikanum er sorgin, hesi ganga óvikiliga saman, og tá ið vit missa, so verður kærleikin adressuleysur og heimleysur, hann finnur ikki hin elskaða, hetta uppliva vit sum sorg, ein niðrandi og lemjandi kensla sum drenar okkum fyri lívsorku og gleði.

Øll vilja vit liva, tað at vilja liva er eitt natúrligt størrilsi í okkum, eingin vil doyggja.

Men samstundis djúpt í okkara vitsku liggur veruleikin og sannroyndin, at øll doyggja. Øll sum draga andan hava ein útgongudag, hetta fylgdi við føðing okkara. Fyrsti andadráttur okkara var byrjanin til deyðan.

Onkur hevur sagt, at lívið er strikan millum dato’ini á gravsteininum. Fyrru dagsetingina hava vit øll sum standa her……. seinna dagfestingin er okkum ókend, men hon kemur.

Tað er líka vist at vit doyggja, sum at vit liva, deyðin er ikki mótvirði lívsins, men ein partur av lívinum..

Men eingin dámar at tosa um deyðan, deyðin er á okkara døgum førkaður av okkara uppslagstalvu, og vit hava flutt deyðan til fakfólk at fáast við.

Vit hava ikki stundir og við tíðini ikki dirvi at hugsa um hendan svitaleysa fígginda sum bíðar okkum øllum.

Deyðin er blivin fremmandur fyri flest okkara, og tí er lívið hjá nútíðarmenniskjanum blivi fátækari.

Men kæru tit, deyðin er, bevíst og óbevíst, bensini til lívi. Uttan deyðan vildi lívið mist sína inniligheit.

Kærleikin vildi ikki havt sama vakurleika, tí tað er váðafýsni og undirbevísti vandin fyri at missa, sum ger kærleikan so eyman og gjøgnumtreingjandi.

Tala Jesusar á fjallinum sum vit kunnu lesa um í Matteus kap. 5 - 7, har sigur Jesus soleiðis í

Matt 5,4: Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað.

Hetta ljóðar kanska sum ein tvørsøgn í okkara nútímans oyrum, hetta at “sæla” (Lukka) er at finna í sorgini, men so er skriva og tað er trúðvert orð.

Tann syrgjandi eigur nakað, sum tann ikki syrgjandi ikki eigur……nemliga TROYSTINA.

At kenna troyst, at smakka troyst er eitt av teimum stóru tingunum í lívinum. Hetta kann bert upplivast út úr sorgini.

Prædikarin 7,2 sigur:Betri er at fara í sorgarhús enn í gildishús; tí í sorgarhúsinum endar hvørt menniskjalív, og tey, sum liva, leggja sær tað á hjarta.

Her er annað loyndamál lívsins undir stjørnunum lagt fyri dagin. Vit dáma betri gildishúsið, men betri er sorgarhúsið.

Í gildishúsinum gloyma vit deyðan og missa inniligheit LÍVSINS.

Í sorgahúsinum minnast vit deyðan…..og fáa inniligheit lívsins.

Deyðin er sterkur prædikari sum jarðleggur og avvápnar øll skilagóð argument og ger okkum stumm og lammaði, men hann minnir okkum á at lívið endar, og hendan áminning skundar undir lívið…..skundar undir at liva NÚ, og harvið vaknar inniligheit tilvitan lívsins.

Lívið er sum at ganga út eftir einum planka sum er yvir einum endaleysum dýpi, vit vita øll at ikki kann vendast við innaftur, vit mugu ganga til plankin endar….

Men hvat er vón okkara við endan á plankanum ? Tann vón ella tann trúgv sum vit hava um endan á ferðini kemur svitaleyst at skilgreina ella definera NÚ´íð!

Vit ,sum trúgva á Jesus Kristus, eiga eina vón um lívið…..um vit so doyggja…Tí Hann livir!

Hetta lív hevur Gud givið okkum við Jesusi Kristi, tá ið Hann steig fram sum menniskja, fyri menniskju at taka grundina til deyðan….synd heimsins á Seg, og hetta virkar vón í vónloysinum.

Vit lesa í Bíbliuni at “lønin ið syndin gevur er deyði,” og syndarar, mótvegis heilagleika og rættvísi Guds……tað eru vit øll, tí vit doyggja øll.

Paulus sigur til Rómverjar kap. 5 ørindi 12 at:

“Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu”

Men evangeliið í neyð okkara er, at Jesus Kristus steig fram í søguni og vann á deyðanum við fullgjørda verkið Sínum á krossinum fyri okkum øll, og við uppreisn frá teimum deyðu gjørdist Hann vegurin til tað æviga lívið.

Tí sigur skriftin:

Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið - tað er vorðið nýtt.” 2. Korintbræv kap. 5 ørindi 17.

Gamla fatanin av okkum sjálvum er horvin í upprisna Jesusi Kristi við trúnni, og nú liva vit, um vit so doyggja, við lívi Hansara sum er vorið okkara við trúnni.

Kæru tit sum hava mist ein elskaðan. Mátti Gudi alrar troystar troysta hjørtu tykkara við Jesusi Kristi.

Likamliga og í foldarlívi okkara síggja og merkja vit sviðan av sakninum, men í trúnni síggja vit bjartan morgun fyri stavn, tá ið vit út úr likami okkara skulu skoða Gud, og øll tey sum fóru undan okkum í trúnni.

Og til øll okkum sum enn ganga á plankanum: minnini um tey sum fórust fara at liva í okkum, til vit ein dag møtast aftur í landinum, har sum deyðin ikki er longur, tí hann er uppsvølgdur av Lívinum.

2. Korintbræv kap. 1 øindi 3-4: Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar, Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi!

Hesir vór teir ið sjólótust farna árið:

Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal.

Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadus 26. mai, 54 ára gamal.

Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal.

Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal.

Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal.

Ærað veri minni teirra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag