Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhan T. Davidsen frá HB til NSÍ: Eitt keyp sum kann flyta nógv

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.11.2017 - 12:35 Eldri tíðindi

(Greining) NSÍ hevur gjørt mest markanta keypið higartil, nú skjótt tvær vikur eru farnar síðani landskappingin endaði.


- Jólini komu tíðliga í ár, er yvirskriftin, sum NSÍ á síni heimasíðu brúkar um keypið av Jóhan T. Davidsen, sum nú aftur fer at spæla fyri barndómsfelagið. Ikki so løgið, at lagið er gott í NSÍ leirinum. Tí endiliga fekk NSÍ tilgongd av sínum ynskisleikara, sum felagið hevur roynt at fingið áður, m.a. í fjør. Jóhan T. Davidsen hevur ikki spælt við NSÍ síðani 2010.


Leikarin sum kanska flytur mest í vetur

Hóast long tíð er til januar, tá liðini helst vilja hava sínar hópar uppá pláss, so verður keypið av Jóhan T. Davidsen kanska tað av øllum keypum í vetur, sum kann flyta mest til tað betra. NSÍ hevur saknað ein miðverja á A-landsliðsstøði. Nú fær felagið ein A-landsliðsmiðverja, sum er í sínum bestu árum, hevur nógvar royndir og kennir felagið. Ein leikari, sum mest sannlíkt kemur inn og frá fyrsta degi ger mun til tað betra. Jóhan T. Davidsen hevur seinastu árini verið stýrimaður í HB verjuni og hóast HB hevur havt misjøvn úrslit, so hevur verjuparturin staðið seg væl. Niðanfyri síggja vit tøl, sum undirbyggja, at NSÍ mest sannlíkt hevur keypt rætta miðverjan.




Mál ígjøgnum hjá NSÍ og HB seinastu 6 árini, tá Jóhan T. Davidsen hevur stýrt HB verjupartinum.



HB NSÍ

Ár Mál ímóti(*)Mál ímóti (*)

2012 34 (3) 42 (6)

2013 34 (1) 47 (5)

2014 20 (1) 42 (6)

2015 31 (2) 37 (4)

2016 30 (4) 36 (5)

2017 31 (2) 35 (4)



* í parantes stendur, hvussu liðið samanlagt hevur staðið seg við at lata mál inn í deildini. Stendur 1, so merkir tað, at liðið hevur latið fæst mál ígjøgnum í deildini.


Tað merkir sostatt, at seinastu 6 árini hevur HB bara einaferð ikki verið millum tey trý liðini, ið hava latið fæst mál ígjøgnum, meðan NSÍ hesi árini ongantíð hevur veri millum hesi trý bestu liðini til at lata mál ígjøgnum. Spurningurin er so, um Jóhan T. Davidsen kann gera NSÍ til eitt av liðunum, sum fer at lata fæst mál ígjøgnum. Okkurt bendur á, at hann kann vera lykilin til tað. Tað hevur sjálvsagt eisini nógv við spælistíl at gera og hvussu álopskent liðið spælir. NSÍ hevur ikki sett venjara enn, men var sett ísamband við bæði Sámal Erik Hentze og Maurice Ross, sum tó valdu ávikavist at taka frí og at venja Víking.

Mynd: www.nsi.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum