Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ynskja at broyta hugmynd av Parkinson!

SKRIVAÐ: Parkinsonfelagið  |  20.08.2018 - 14:21 Kykmynd Tíðindi

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, setur áhuga verda framsýning á torginum í SMS, mikudagin kl. 15. Parkinsonfelagið skipar fyri myndaframsýning við Anders M. Leines har ljós verður varpað á fólk, ið hava Parkinson. 

 
Í døgunum 22. august til 25. august verður Torgið í SMS karmur um eina myndaframsýning hjá norska fotografinum, Anders M. Leines, sum hevur ferðast kring Norra og USA og tikið myndir av fólkið, ið hava Parkinson. Endamálið við framsýningini er at geva fólki eina nýggja fatan av fólki sum hava Parkinson. Parkinsonfelagið í Føroyum skipar fyri framsýningini. 
 
Upprunin til myndaframsýningina: Anders M. Leines fekk staðfest Parkinson, sum ungur. Hann kundi als ikki sameina seg við myndirnar, sum brúktar vóru, tá tosað varð um fólk við Parkinson. Myndin, sum oftast var brúkt, var frá 1886 av einum gomlum sjúkum manni. Hann setti sær fyri at geva eina rættari fatan av fólki við Parkinson - at tey eru líka ymisk sum øll onnur, eru sárbar, hava dreymar, eru virkin og taka lut. Og fór hann tí at taka myndir av yngri fólkum við Parkinson.
 
Skráin:
- Durid sigur vælkomin.
- Anders Leines flytir fram røðu. 
- Eyðgunn Samuelsen setur framsýningina.
- Silja Johannesen og Filip Zachariassen framføra tónleik. 
- Vit bjóða kaffe, te, smákøku og sunkist.
 
Sí video um framsýningina niðanfyri:

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…