Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heini O. Heinesen avmyndaður uppi á Norðlýsinum | Mynd: Oliver Joensen

Vinur fiskimansins farin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.08.2018 - 22:14 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Minningarorð um Heina Oyolv Heinesen, 6. aug. 1938 – 13. aug. 2018

Heini Oyolvur Heinesen varð føddur tann sætta august í 1938 og náddi tí at gerast 80 ára gamalur, áðrenn hann andaðist eina viku seinni. Hann vaks upp í Kunoy og búði har meginpartin av lívi sínum. Hann var mitt í rokanum undir stóra fiskimannaverkfallinum í 1950’unum, tá hann var sjómaður, og kanska var tað her, at neistin birtist og Heini fram um aðrar gjørdist kendur sum maðurin, ið stríddist fyri fiskimannin. Síðani fór hann uppá land at læra til snikkara, var byggimeistari í tíggju ár og arbeiddi onnur tíggju ár hjá Landsverkfrøðinginum.

Hansara politiska lív byrjaði í 1962, tá hann 24-ára gamal gjørdist kommunustýrislimur í Kunoy. Har sat hann fyrst í átta ár, og vendi síðani aftur í 1977, tá hann gjørdist borgarstjóri. Eitt embæti hann røkti í nærum 30 ár uppí slag, og meira enn 30 ár tilsamans. Skiftið 2009-2012 var hann varaborgarstjóri og síðani aftur borgarstjóri 2012 og eina tíð fram.

Í landspolitikki var hann fyrst og fremst kendur sum maðurin hjá fiskimonnum. Hann umboðaði Norðoya Valdømi í tjúgu ár, 1984-2004. Eisini í sváru tíðini hjá Tjóðveldisflokkinum undir kreppuni, tá flokkurin einans fekk 4 umboð vald, var Heini ein av hesum fýra. Hann gjørdist eisini formaður í flokkinum undir kreppuni og røkti formanssessin 1994-2000. Alla hesa tíðina, tá harðast leikti á, var Heini stinnur í trúnni uppá, at Føroyar áttu at gerast ein sjálvstøðug tjóð, og kreppan gjørdi hann bert sterkari í teirri trúnni. Hetta slapp hann tíverri ikki at uppliva sjálvur, men hann eigur sín stóra lut í æruni av, at vónin yvirlivdi kreppuárini.

Heini var hugsjónarmaður, og hann sá altíð Tjóðveldisflokkin sum flokk fiskimanna. Hann tók gjarna kampin upp fyri fiskimannin, tá tað skuldi vera, og óttaðist ongantíð at tala Roma ímóti. Í 2008 gekk hann beint ímóti ætlanunum at skerja fiskidagarnar við fimmti prosentum, hóast hansara egni flokkur tá hevði sjálvan fiskimálaráðharran, ið átti uppskotið. Hann fekk kelinavnið “Fisherman’s Friend” av hesum, og ikonisk er myndin, tá ein sjómaður bjóðar Heina eitt Fisherman’s Friend-bomm, tá Heini stendur á trappuni uttanfyri Tinghúsið. Tað kom ongantíð uppá tal fyri Heina at vera annað enn tjóðveldismaður, heldur ikki tá hann stóð einsamallur eftir og talaði søk fiskimanna.   

Heini O. Heinesen var tiltikin hittinorðaður og skemtingarsamur maður, og setti altíð sín serliga kulør á teir veljarafundir, hann var á – og teir vóru ikki so fáir. Hann hevði eina sterka rødd og hoyrdist væl, har hann var. Og ofta var tað við tí skemtingarsama vinklinum, at hann hoyrdist. Heini skilti væl álvaran í politikki og innan fiskivinnuna, ofta betur enn onnur, men hann noktaði at koma í ringt lag av honum. Har onnur sóu støður sum fastlæstar og negativar, sá Heini tær sum avbjóðingar, sum hann fúsur fór undir við áræði og ikki minst við humori.

Heini fann kærleikan á gamalsaldrinum, og tann 6. august í 2008, sama dag sum Heini fylti 70 ár, giftist hann við Honnu Adam. Hanna andaðist í 2016.

Nøkur ár eru nú síðani, at sjúkan fekk fastatøkur á Heina, og hann livdi síni seinastu ár á Norðoya Ellis- og Røktarheimi, har hann rakk at gerast áttati ára gamalur, innan hann fór um seinastu sýnina.

Ærað verður minnið um Heina Oyolv Heinesen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB