Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnan – Quo vadis?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.08.2018 - 11:16 Leiðarin Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Nógvir ósvaraðir spurningar standa eftir, aftaná at Fiskivinnutingið seinasta mikudag annars varpaði ljós á fiskivinnuna, herundir serliga fiskivinnunýskipanina og menningarkvoturnar.

Størsta ónøgdin kom ikki óvæntað frá einum av vrakaðu umsøkjarunum, Varðanum Pelagic, sum eisini hevur boðað frá, at teir ynskja eina nýggja viðgerð av síni umsókn. Ein av grundgevingunum fyri at nokta Varðanum Pelagic menningarkvotu var, at móðurfelagið, Varðin í Gøtu, hevur atgongd til tilfeingið og nokk av kapitali til at kunna klára seg uttan menningarkvotu.

Dagin eftir kom fram, at í minsta lagi tveir aðrir umsøkjarar, sum fingu sína umsókn játtaða, eisini hava sterk móðurfeløg í rygginum. P/F Jókin hevur eitt dótturfelag hjá Andrew Marr Limited í rygginum, meðan Vestmanna Fiskavirki hevur eitt dótturfelag hjá japanska risanum Nippon Suisan aftanfyri seg. Hartil kemur, at Næraberg, sum fekk menningarkvotu, eisini hevur atgongd til tilfeingið frammanundan. So at síggja til hevur Varðin Pelagic orsøk til at halda, at teir eru vrakaðir á skeivum grundarlagi.

 

Tann 10. aktørurin

Eitt, sum fekk nógva umrøðu á Fiskivinnutinginum, var spurningurin um, hvørt har fara at verða útlutaðar 9 ella 10 menningarkvotur. Hesum vildi fiskimálaráðharrin ikki svara uppá, hóast tráspurdur um hetta, bæði úr salinum og av orðstýraranum. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, legði at enda uppí og vardi rættin hjá fiskimálaráðharranum at tiga um, hvørt hesin mystiski aktørurin var ein av teimum verandi níggju ella ein tíggjundi.

Sum altíð, tá myndugleikarnir dylja upplýsingar, sum almenningurin heldur seg hava rætt til, elvir tað til gitingar millum fólk. Summi rykti siga tann 10. umsøkjaran vera Thor í Hósvík. Onnur siga talan vera um ein higartil ókendan aktør úr Vági í Suðuroynni. Men fiskimálaráðharrin avsannaði heldur ikki, at talan er um ein av teimum, sum longu hava fingið, ið kanska fær meira.

Stóri spurningurin í hesum sambandi er, hvat hetta merkir fyri uppboðssøluna. Fiskimálaráðharrin hevur tvær ferðir útsett uppboðssølur, tí menningarkvoturnar skuldu vera avgreiddar fyrst, og at hendan 10. umsóknin framvegis ikki er viðgjørd hóast sera drúgva málsviðgerðartíð, kann gera, at uppboðssølan verður útsett enn eina ferð.

 

Eitt ár – ella tríggir mánaðir?

Formaðurin í Fólkaflokkinum kritiseraði fleiri ferðir, at nýggju aktørarnir bert fingu umleið 3 mánaðir at royna seg í. Og fiskimálaráðharrin váttaði eisini, at nýtt umfar av menningarkvotum verður longu í heyst. Kunngerðin um menningarkvotur kom ikki fyrrenn í mai mánað, og ikki fyrrenn í juli var metingarnevndin liðug við sítt arbeiði. Og nú vit skriva seinnu helvt av august er Fiskimálaráðið framvegis ikki liðugt við allar umsóknirnar.

Men í kunngerðini um menningarkvotur stendur greitt, at tær eru galdandi í eitt ár, tvey ár, trý ár ella fýra ár. Og tað eru einans tær sum eru játtaðar fyri 2, 3 ella 4 ár, sum skulu eftirmetast við ársbyrjan. Tí kann Fiskimálaráðið ikki inndraga 1-ára kvoturnar aftur, og tær mugu galda til og við august komandi ár. Her hevnir drúgva málsviðgerðartíðin hjá Fiskimálaráðnum seg sjálva, tí loyvini eru ikki meira enn útskrivað, so skulu tey eftirmetast við ársbyrjan í 2019.

Tí er longu nú helst greitt, at allir aktørarnir varðveita síni rættindi í 2019. Fiskimálaráðharrin kann ikki inndraga nøkur rættindi fyrrenn við ársbyrjan í 2019, og tað er einans um játtaðu umsóknirnar eru mishildnar. Og 1-ára rættindini ganga ikki út fyrrenn í august 2019. 

 

Umlegging til kvotur

Framsókn var flokkurin, sum var “klárastur í spýttinum”. Formaðurin Poul Michelsen viðgekk, at tá tað kom til at broyta frá fiskidøgum til kvotur, var Framsókn ósamt við fiskimálaráðharran. Løgmaður viðgekk eisini, at arbeiðið gamaní var byrjað, men var ikki liðugt. Og øll tóktust samd um, at broytingin fór at hava nógv útblaking við sær. Vørn hevur longu boðað frá, at teir hava ikki orkuna til at hava eftirlit við útblaking hjá øllum flotanum.

 

Útlendskur ognarskapur – hvør er trupulleikin?

Jógvan Skorheim kom inn á spurningin við ognarluti, men tann parturin druknaði í restini av kjakinum. Jógvan Skorheim vísti á, at innan alivinnuna hava vit stórar alifyritøkur, sum veruliga hava sett Føroyar á heimskortið. Og hesar hava allar útlendskan ognarskap inni. Tær høvdu neyvan verið av somu stødd, um føroyingar skuldu fíggjað alt einsamallir. Eru vit, við at halda útlendingum burturi úr fiskivinnuni, við til at halda føroysku fiskivinnufyritøkunum niðri og harvið bæði forða avkasti og at tær kunnu gera seg galdandi úti í heimi? 

Tað er ein nógv tanlað myta, at útlendingar kunnu eiga føroyska fiskiríkidømið. Kundu teir tað, bar slett ikki til at gera fiskivinnunýskipanina. Men veruleikin er, at útlendingar einans hava átt í fyritøkunum, ið hava brúksrættindi til føroyska fiskiríkidømið. Hetta var ikki øðrvísi undir gomlu skipanini; talan var alla tíðina einans um brúksrættindi. So at hetta við at fiskurin er “ogn Føroya fólks” skal vera nakað, sum er komið við nýskipanini, ja, tað passar heilt einfalt ikki. Fiskurin hevur altíð verið ogn Føroya fólks, og tað er hann óansæð hvussu stóran ognarlut útlendingar eiga í teimum fyritøkunum, sum hava brúksrættindi.

Útlendski ognarskapurin kemur tí, fyrr sum nú, einans at vera í nøkrum fyritøkum, sum hava brúksrættindi. Tí er als ongin orsøk at útihýsa útlendskum ognarskapi úr teimum fyritøkunum, og tað verður hann heldur ikki, tá talan er um alivinnu. Grundgevingin, at útlendingarnir við at eiga í føroysku fyritøkunum eisini eiga føroyska fiskiríkidømið, ja, hon er ið hvussu er ikki sonn. Tí tað gera teir ikki, líka lítið sum útlendsku fyritøkurnar, sum eiga í føroysku alifyritøkunum, harvið eiga føroysku firðirnar. Men hvør er so grundgevingin fyri at vilja útihýsa útlendskum kapitali? Tann spurningurin krevur svar.

 

Aðrir spurningar

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum spurdi, um gjørligt var at selja fyritøkur við menningarkvotum, uttan tó at nakað greitt svar kom. Ein spyrjari úr salinum setti spurnartekin við metingarnevndina, og hvørt tað var rætt at eitt valevni hjá Tjóðveldi varð settur til formann har. Jørgen Niclasen var tá skjótur at fanga tann spurningin og nýta høvi til at skjóta eftir Tjóðveldi.

 

Orkan strekkir ikki til

Samanumtikið má sigast, at Fiskimálaráðið og samgongan hava givið sær sjálvum ekstremt nógv eykaarbeiði við fiskivinnunýskipanini. Eisini metingarnevndin og Vørn fara uppá yvirtíð, tí nevndin er longu kallað saman aftur at viðgera 10. aktørin, eins og nýtt útlutingarumfar eftir sigandi verður í heyst, og Vørn skal brynja seg til yvirgongdina frá fiskidøgum til kvotur, sum – eisini eftir sigandi – verður sett í verk 1. januar. Tað hevur longu givið at bíta, og tað merkist týðiliga, at orkan ikki stendur mát við avbjóðingarnar. Neyðugt hevur tí verið at útsett bæði kvotuskipan, menningarkvotur og tvær uppboðssølur minst eina ferð longu.

 

Her ber til at síggja og hoyra Fiskivinnutingið 2018

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB