Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bakkafrost byggir í løtuni heimsins størstu smoltstøð á Strond við Haraldssund. Myndin er frá byggifundi í desember 2017, Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost stendur í miðjuni. | Mynd: Oliver Joensen

Vinnan dugir betur enn landið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.08.2018 - 08:06 Leiðarin Politikkur Vinna

Bakkafrost kunnger nú, at teir hava ætlanir um at gera íløgur fyri tríggjar milliardir. Hesar íløgurnar eru væl fordeildar kring alt landið. Kapasiteturin í Suðuroy skal økjast við 10.000 tonsum, og sjógvaling fær 1,3 mia. yvir tey komandi fimm árini.

Nýtt liðugtvøru-framleiðsluvirki verður sett á stovn á Glyvrum. Í Fuglafirði verður knøpp ½ milliard sett í at framleiða fiskamjøl, lýsi og fóður. Nýggj lívfiskastøð skal gerast fyri 200 milliónir. Biogassverk skal eisini gerast. Og á Strond í Borðoynni verður risastór smoltstøð latin upp í næstum.

Frammanundan hevur fyritøkan virksemi í Hvannasundi, á Árnafirði, Borðoyarvík, við Kunoyarnes, á Funningsfirði, Gøtuvík, Fuglafirði, við Strendur, Nes, Selatrað, í Kollafirði, við Glyvursnes og fýra staðni í Suðuroy. Fara vit til Vágar og Sandoynna, so síggja vit aðrar alifyritøkur, sum eitt nú Luna og Marine Harvest. So alivinnan hevur dugað sera væl at deilt seg kring landið alt, og alla staðni skapar hetta arbeiðspláss og gevur avkast til avleiddar vinnur.

Eitt sum ger, at alt hetta ber til, er at politiska skipanin ikki er inni og leggur fótonglar í vegin. Aliloyvi verða ikki tikin frá verandi aktørum og seld sum best ber til á eini afturlatnari uppboðssølu. Eiheldur verða tey tikin inn og lutað út aftur á eini vakurleikakapping. Nei, tilfeingisgjaldið verður tikið inn sum partafelagsskattur og sum tøkugjald. Og ongin landsstýrismaður sigur, at um X antal ár skulu allir útlendingar vera burtur úr alivinnnuni.

Hetta er ein sunnur vinnulívspolitikkur. Sera ivasamt hevði verið, um tað í heila tikið bar til at reisa tríggjar milliardir í føroyskari fígging einsamallari. Helst hevði tað ikki borið til. Og so hevði fyritøkan mugað minkað samsvarandi og ongantíð komið á tað støðið, hon er á í dag. Men við at lata fyritøkuna vaksa, síggja vit, at hon skapar virksemi og avkast í øllum Føroyum.

 

Hví so stórur munur á ali- og fiskivinnuumsiting?

Stóri spurningurin, sum føroyingurin stendur eftir við í øllum hesum, er: “Hví so ógvusligur munur á vinnugreinum?” Tí tað er margháttligt, at fyritøkur sum fáast við føroyska fiskatilfeingið verða viðfarnar so ymiskt, alt eftir um tær sortera undir vinnumál ella fiskivinnumál.

Fiskivinnan roynir eisini at spjaða seg kring um í landinum. Norðoyggjar og Eysturoy hava gamaní tað mesta, men kortini hava tær virksemi aðrastaðni. Til dømis er Kollafjørð Pelagic í Kollafirði og bjarta vónin Varðin Pelagic á Tvøroyri. Men her heldur Landsstýrið, at tað dugir betur at fordeila virksemið, “til økir sum hava lítla atgongd til sjófeingi” ella har arbeiðsloysið er høgt. Men politiski førleikin at umfordeila er so sum so, og við menningarkvotunum sóu vit bróðurpartin fara til øki við nærum ongum arbeiðsloysi.

Ikki tí. Tað vóru serliga tvøroyrartingmenn, ið strongdu á fyri at fáa menningarkvotur, kanska serliga við Varðanum Pelagic í huga (teir hava eftirfylgjandi verið í miðlunum og kritiserað at Varðin Pelagic onki fekk), men tá avtornaði, vildi metingarnevndin onga menningarkvotu lata Varðanum Pelagic. Í politikki kann man ongantíð vita, og hvør fær og ikki, er eitt dulsmál fram til útlutanina. Heilt uttan nakra yvirskipaða ætlan fyri økini taðar man kvotur sundur, soleiðis at lítið verður í part og nærum øll verða ónøgd.

 

Eisini nógv best fyri útjaðaran, at vinnan ger raðfestingarnar

Vinnulívið er nógv betri til at fáa eyga á møguleikar kring landið. Har Landsstýrið og Løgtingið hava miðsavnað heilt grovt síðstu mongu árini, hava bæði alivinnan og fiskivinnan sæð virðið í føroyska útjaðaranum og dyrkað tað. Tær báðar vinnugreinarnar virka tí eisini líka frá Hvannasundi til Vág. Men Landsstýrið, hvat ger tað? Jú, krevur alsamt meira pengar inn frá m.a. vinnuni og letur teir fossa út aftur í Havn og næstan bara har. Sjúkrahús fyri yvir 600 milliónir, miðnámsskúli fyri yvir 700 milliónir, vardir bústaðir fyri 200 milliónir, og almenn lántøka til Bústaðir fyri aðrar 200 milliónir – onki er óført í Havn.

Men á Tvøroyri og í Klaksvík eru føðideildirnar báðar niðurlagdar innanfyri síðstu 10 árini. Tunlarnir á Borðoynni eru ein stór landaskomm, sum krúnprinsaparið ikki kann bjóðast ígjøgnum; tað er nógv tryggari fyri tey at fara við rennistrongi út í Stakkin. Soleiðis konsentrerar Landskassin sínar íløgur í miðstaðarøkinum og letur einans molar vera eftir til økini kring landið. Ein høvuðsorsøk til, at Norðoyggjar ikki hava verið álvuligar við fiskivinnunýskipanina hevur eisini verið, at reiðaríini leggja nógv meira eftir seg í økinum enn Landskassin, og tað at flyta pening frá reiðaríunum til landskassan, ja, tað er tað asma sum at flyta pening frá útjaðaranum til miðstaðarøkið. 

 

Dyrkið heldur sólskinssøgurnar

Alivinnan er ein sólskinssøga í føroyskum høpi. Vinnan bygdi seg sjálva upp frá nærum ongum, og er nú ein milliardavinna, størri enn fiskivinnan. Størsti parturin av hesum er sjálvsagt vinnulívsfólkunum, ið hava skapt vøksturin, fyri at takka. Men ein partur skyldast eisini, at fiskivinnan ikki sleppur at vaksa. Aktørarnir verða mistonkiliggjørdir, bara teir hava útlendska fígging inni og verða skírdir “politiskt útvaldir” – hóast ongin annar enn teir bjóða seg fram í fríari kapping heldur. Og tað sum teir hava bygt upp, ja, tað verður rópt “útlutað”.

Onkur búskaparfrøðingur er gamaní eisini frammi og sigur Bakkafrost flyta “eina milliard av landsins ognum” til útlendsku partaeigararnar. Tað er rætt at sjálvandi fáa útlendsku eigararnir avkast, men landsins ognir er talan álvaratos ikki um. Her er talan um eina avoldaða planbúskaparliga uppfatan, sum onkursvegna hevur yvirlivað Jarntjaldið, har alt var national felagsogn. Tann fatanin byggir ikki land.

Vit hava áður brent okkum av, at politiska skipanin roynir at detailstýra fiskivinnuni. Í 1980’unum skuldu vit hava flakavirkir alla staðni, og Landsstýrið fór inn og veðhelt fyri meira og minni vitleysum verkætlanum av øllum handa slag. Bæði fyritøkurnar og landið sjálvt fóru tá á húsagang. Vinnulív er nú einaferð nógv sunnast uttan politiska uppíblanding.

Ynskja vit eitt sunt vinnulív í Føroyum, er skilabest at halda fast í vinnupolitikkinum, sum verður førdur undir Vinnumálaráðnum, har tað vísir seg, at fyritøkur sum sleppa at vaksa, spreiða ágóðan av vøkstrinum kring allar Føroyar. Best hevði verið fyri Føroyar, um vinnupolitikkurin hjá Fiskimálaráðnum eisini førkaði seg tann vegin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag