Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tey komu, sóu og imponeraðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.08.2018 - 10:47 Leiðarin

Krúnprinshúskið hevur júst verið í Føroyum, og ímyndin av danska kongshúsinum gjørdist ivaleyst munandi betri fyri allar føroyingar. Frederik og Mary eru einastandandi vøkur og børn teirra ikki minni vøkur.

Tað kennist lívsjáttandi at síggja hesa familju á okkara vøkru oyggjum í føroyskum klæðum. Tað tykist sum um, tey hava havt nakrar fantastiskar dagar og hava upplivað ein hóp av bæði formellum og óformellum slag.

Í blaðnum ber til at síggja forkunnugar myndir, tá Krúnprinshúskið var á Fugloynni. Tey vitjaðu bæði á Kirkju og í Hattarvík. Tey gingu niðan á Eystfelli og fingu eisini vakran málning, sum Edward Fuglø hevur málað, frá Fugloyar kommunu.

Í Klaksvíkar kommunu vitjaðu tey fleiri av teimum stóru verkætlanunum, sum Klaksvíkar býráð hevur sett á skinnarar seinastu árini. Tey vitjaðu miðbýin, á Skúlatrøð, á Spinnarínum og eisini kópakonuna í Mikladali. Norðoya Sparikassi fekk eisini kongaliga vitjan.

Okkara stødd og fjarleiki elur fram tryggleika og stuðlar undir nærleika í mun til onnur lond – hetta man vera nakað, ið krúnprinshúskið hevur sett prís uppá. Sum myndirnar í blaðnum vísa, hava tey gingið tætt við stórum smílum og veruliga notið dagarnar í Føroyum.

Danskir fjølmiðlar siga allir við ein munn, at tey kongaligu er so tætt uppá, tá tey eru í Føroyum. Í Danmark er ikki møguligt at koma eins tætt, og tað er guff fyri fjølmiðlar, ið liva av at dokumentera øll fet hjá teimum kongaligu.

Nakað av politiskum rembingum hevur staðist av kongaligu vitjanini. Løgtingsformaðurin boðaði frá, at hann fór ikki umborð á Dannebrog til góðbitar, og borgarstjórin í Runavík var ikki seinur úti við øvugta argumentinum. Miðlarnir flokkaðust um hesa søguna. Báðir eru teir ídnir loysingarmenn og her skal ikki verða sagt, hvør hevur rætt og ikki – men aðaltáttin og frumuppgávuna hjá einhvørjum politikara at seta dagsskránna hava teir meistra til UG - og tað í einum valári enntá.

Tippingin hjá Norðlýsinum, hvørt Torbjørn Jacobsen fer at stilla upp til komandi løgtingsval herfyri, fær alsamt fleiri bein at ganga á. Krúnprinshúskið er nú farið av landinum, vitjanin hevur týðiliga havt jaliga ávirkan á sambandið millum Føroyar og Danmark – og tað í einum valári enntá.

Spurningurin stingur seg upp, um tann gamla daman, sum Kim Larsen kallaði Drotning Margrethu á hennara 70 ára føðingardegi, eigur at lata trúnuna til sonin – men lat nú ein inkarnaðan loysingarmann blanda seg uttanum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB