Lýsing
Lýsing

Garderingsfótbóltur á Djúpumýru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.09.2018 - 10:00 Ítrottur Leiðarin

KÍ eru aftur í Evropa League komandi kappingarár. Javnleikurin móti Víkingi fríggjakvøldið hevur mestsum tryggjað tað. Við einans 6 dystum eftir eru 9 stig á muni millum KÍ og Víking, umframt at KÍ hevur betri málúrtøku. Samstundis misti KÍ tvey stig í mun til oddaliðið HB og eru nú 10 stig aftanfyri arvafíggindan.

Høvuðsvenjarin Mikkjal Thomassen var eisini skjótur, at staðfesta í samrøðu við FM1, at botnmálsetningurin varð náddur – at røkka Evropa League. Hetta minti um seinasta kappingarár tá KÍ leikti 0-0 móti HB í Klaksvík seinast í september mánaði. Harvið varð Evropa League tá eisini tryggjað.

Taktikkurin varð ikki at tapa móti beinleiðis mótstøðuliðnum til Evropa Leageu plássið, heldur enn at søkja sigurin og vónandi nærkast Føroyameistaraheitinum. Boðskapurin er heldur at hyggja niður, enn uppeftir stigatalvuni.

Tað góða við fótbóltinum er, at vit øll sleppa at hava okkara hjartans meining um okkara elskaða lið. Og sum í so mongum øðrum viðurskiftum, so eru vit eisini deilga ósamd um KÍ liðið, spælskipan, uppstilling, presslinju v.m.

Sosialu miðlarnir kóka stutt eftir dystarlok. Superlativini, ið lýsa sinnisstøðuna hjá fjepparunum munnu verða mong – summi eru ovurfegin, summi eru glað, summi eru nøgd, summi eru skuffaði, summi eru frustreraði og summi er skít svøk!

Tá so vikan byrjar aftur, eru kaffistovurnar fullar av práti um KÍ, tá hava kenslurnar lagt seg og kjakið gerst meira fjølbroytt og uppbyggjandi.

Spurningurin reisur seg um garderingsfótbóltur er gott nokk við teirru høgu gearingini, sum KÍ koyrir við. KÍ er sett upp til at vinna Føroyameistaraheitið i ár – fáur man ivast í tí. Í løtuni tykist tann ætlanin at verða miseydnað, umframt at steypakappingin ikki gjørdist okkum serliga drúgv í ár.

Vit hava sæð HB taka lopið frá ongamannalandi heilt upp í toppin uppá einans eitt ár – tað megnar nokk einki felag uttan júst HB. Frá at gerast nr. 5 í fjør, er neyvan nakar ivi um at HB í ár fer avstað við gullkrúnunum. Ein kann siga, at var tað ikki fyri HB, ja so var KÍ nummar eitt.

Vit KÍ fjepparar eru fødd bjartskygd og vónin um FM livir enn. Um ikki í ár, so í næsta ár.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin