US Car Camp vil hava føroyingar at vitja
Í Norður Jútlandi við Øster Hurup verður á hvørju árið skipað fyri bilatreffi fyri gamlar amerikanskar bilar.
Norðlýsið var á vitjan á uscarcamp.dk í ár, sum varð hildið í døgunum 22. til 29. juli. Um hetta mundið, hevur hetta bilatreffið verið hildið í 10 ár og í ár luttóku fleiri enn 1200 amerikanskir bilar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi og Hollandi.
Hetta er eitt familjutref, har hugsað verður um eigarar av amerikanskum bilum og familju teirra. Skipað verður fyri biltúrum og tiltøkum fyri bæði vaksin og børnum. Hugnin er í hæddini, tá gamlir amerikanskir “flótarar” flóta runt á økinum, fólk hugna sær í campingvagnum, njóta veðrið, sumarbýin.
Ein uppliving fyri tey, ið dáma ljóðið frá V8 motorunum, mat, drekka og hugna saman við familjuni. Alt konseptið er bygt rundan um vaksin og børn. Her er undirhald og virksemi, so sum kanosigling, hoppeborg, livandi tónleikur, kapingar, burn-out show, dealerstreet, tivoli, og annað mangt fyri børn og vaksin.
V8 motorljóð from Norðlýsið on Vimeo.
Ein av fyrireikarunum, sum vit tosaðu við, helt at tað mugu vera amerikansk eldraakfør í Føroyum, tey høvdu vit ógvuliga gjarna vilja havt við her í 2019. Heilsa teimum og sig, at tey eru meira enn vælkomin við familju og bili.
Meira fæst at vita á uscarcamp.dk
Niðanfyri nakrar myndir, sum eg tók við einum lummacamera, myndirnar eru hareftir, men geva kanska eina ábending á hugnan. Eitt filmsklip er har eisini, har V8 motorarnir hoyrast.