Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mjølnir menninir fingu nakrar góðar venjingar í beinini. Her avmyndaðir í Vágshøll í Vági

Ministarar skulu tæna fólkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.09.2018 - 10:59 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Menninir í meistaradeildini hjá Mjølni vóru í Vági um vikuskiftið. Ørindini vórðu tvíbytt, at fáa nakrar venjingar í beinini, nú landskappingin stundar til og enn týdningarmiklari, ein sosialan ristingartúr, har nakrir dagar verða settir av til hugna og samveru.

Henda vakra og hugnaliga bygdin er sum skapt til venjingarlegur. Venjingar í Vágshøll og Pálshøll, og Marghøllin varð nýtt til hugna og spæl – og jú, tann eini megnaði at klintra upp eftir torførastu leiðini.

Sum formaður var tað ein frægd at uppliva, hvussu liðið veruliga ristist saman í framúr kørmunum í Vági. Vit búðu í frálíkum leiguhúsum frá Vágs kunningarstovu. Í hugnaligu káféini hjá Jugga fekst lokalt frá Einar, men tað, sum hevði mestan áhuga millum ungu Mjølnirleikararnar, var at fáa 10 kg. steinin við ringum haldi uppfrá við einari hond. Menn stríddust, ein vildi vera við, at hann megnaði tað, men tað var eitt sindur ivasamt.

Á túrinum fekk eg orðið á borgarstjóran Dennis Holm. Hann greiddi eldhugaður frá, hvussu tey í Vági hava satsað upp á upplivingarbúskap ella tey sokallaðu bleytu virðini. Úr rúgvuni nevndi borgarstjórin ítróttarskúlan, ungdómshús, kampingøkið á Vágseiði, nýtt spælipláss við Vágs skúla og smátturnar við Laksá. Pállshøll og Marghøllin eru rómin, ið hava førkað Vágs kommunu heilt fram í føroyska oddin, tá tað snýr seg um trivnað.

Og úrslitið er ikki at taka feil av. Fólkavøkstur, hóast risa avbjóðingar standa og geyla í gronina á allari Suðuroynni. Vágur tørvar arbeiðspláss, men hóast hetta, so ynskja fólk at búseta seg í Vági. Vit hoyrdu søgur um fyrrverandi næmingar norðanfjørs, ið hava keypt hús í Vági. Vit hoyrdu søgur um ungfólk úr Tórshavn, ið leigað hús saman í Vági. Dennis Holm greiddi frá, at Bústaðir fer undir at byggja næmingabústaðir til ítróttaháskúlan í næstum. Vit síggja altso, at lokalar loysnir á lokalum avbjóðingum geva ávøkst.

Tí er tað hugstoytt at síggja landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum sita í fjálgu hølunum við Kvíggjartún á Argjum í eini jagstran eftir sjálvognarstovnum í Vági.

Annar, Grunnurin Páls Høll, er stovnaður av lokalum eldsálum í 2010 og hevur bygt Páls Høll, har Vágs kommuna leigar seg inn til dagstovnar og skúlasvimjing og til venjingar hjá Susvim.

Hin, Vágs Ítróttarráð, er stovnaður miðskeiðis í 1990-unum eftir tilmæli frá Fíggjarmálaráðnum og hevur átt og rikið ítróttarøkið á Eiðinum inntil fyri stuttum, tá tað varð selt til Vágs kommunu.

Síðani hevur Vágs Ítróttarráð bygt Marghøllina. Vágs kommuna hevur gjørt leigusáttmála við Vágs Ítróttarráð, sum gevur dagstovnum, ungdómshúsi, fólkaskúlanum, og ítróttarfeløgum í Vági møguleika at venja og brúka Marghøllina.

At vinna uppbakning frá teimum ráðandi í Havn er munandi tyngri enn steinurin hjá Jugga

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB