Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit ætla okkum norður har nótabátarnir fiska makrel

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.09.2018 - 16:10 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur Kári Klettskarð í Kongsstovu, skipari og reiðari á Kallanes. Kallanes leggur um til makrelveiðu.

Ov seint hevur gingið hjá okkum at fáa alt upp á pláss, sigur Kári Klettskarð í Kongsstovu nú vit sita  í stýrhúsinum á Kallanes og práta. Ætlanin hjá okkum var, at vit skuldu fara í gongd tíðliga, um hálvan juni, var ætlanin. Men sum altíð, tá farast skal undir nýtt projekt, so dróg út, tí vit vóru noyddir at koyra skipið upp á sleipistøð og so viðari. Men nú eru vit komnir undir land.

Tá eg spyrjið inn til, hvussu teir fara at royna við allari hesari ógvusligu tilryggingini omandeks, sigur Kári, at prinsippið er sera einfalt.

Tað siga fimm automatiskar snellur undir dekkinum í hvørjum borðinum. Tað vil siga, at 5 dergur fara yvir borð í hvørjum borðinum. Snellan lorar so niður á dýpið vit hava sett hana til, og so hálar hon upp aftur til har vit hava sett 0 at vera. Tá dorgin er komin aftur á borðið, er makrelurin samstundis krøktur av og er farin í lastina eftir útleggjarunum, tú sært kring skipið. Útið á útliggjaranum situr kipparin, og hann krøkir av og so fer makrelurin niður ígjøgnum rennurnar.

Snellan fílar ikki, hon bara fer niður á setta dýpið og síðani aftur á borðið.

Í lastini fara vit at hava kør til makrelin. Tað er nevniliga so, at um tú bara ísar makrelin, so missir skræðan vakra litin og bliknar. Fyri at skræðan skal halda litin, so er neyðugt at koyra sjógv í kørini saman við ísinum. Heldur skræðan á makrelinum litin, so eru møguleikar fyri at fáa betur prís.

Tá eg spyrjið Kára um prís, sigur hann, at hann hevur ikki fingið lovað nakran prís við vissu, uttan tað, at vit skulu rokna við í hvussu so er at fáa sama prís sum trolararnir.

Vit vita tó, at aðrasaðni fær makrelur, ið er fiskaður við húki betur prís enn makrelur, ið er fangaður við troli.

Eftir ætlanini, so skal hetta vera eitt sera einfalt fiskarí. Í prinsippinum er bert at finna makrelin, starta snellurnar og so bíða til skipið er fult ella ongin makrelur eftir.

Vit hava tosað við nógvar ymiskar fiskimenn um hendan fiskiskapin. Flestu eru samdir um, at torvurnar, sum vit síggja ímillum oyggjarnar eru sera styggar at fáast við. Eisini eru tær lítlar, so tær ferðast skjótt. Tí hava vit valt at fara norður har, sum stóru nótaskipini og trolararnir royna, so vit vita at makrelur er undir, tá vit fara at fiska og royna útgerðina.

Til at finna makrel, hava vit fingið ísettan Asdic og harafturat satelitkort  móttakara, ið vísir hvar æti er og hvussu hitin er í sjónum, so vit eru væl útgjørdir, nú vit fara fyrsta túrin.

Tað liggur tó ikki fast nær vit fara, vit fara fyrst ein túr her millum oyggjarnar at royna útgerðina og so verður farið út á feltið, sum í løtuni er einar 100 fjórðingar norðanfyri Føroyar, sigur Kari Klettskarð í Kongsstovu, skipari á Kallanes at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund