Lýsing

Føroyingar eiga ongantíð at frásiga sær rættin at veiða egið tilfeingið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.09.2018 - 10:02 Leiðarin Politikkur

Sameindu Tjóða hevur í samband við Agenda 21, mælt heimsins londum til at leggja størri dent á at eta egið tilfeingið. Undir heitinum “local agenda” vísir ST á at ein av stóru avbjóðingunum í samband við CO2 útlát, er globaliseringin av matvøru ídnaðinum. Frá at liva av lokala tilfeinginum, liva heimsins íbúgvarar alt meira av mati, sum verður framleiddur langt burtur frá heimstaðnum, og sum í samband við flutning og framleiðslu, framleiðir nógv CO2.

Føroyingar hava hildi ógvuliga fast um at rættin til egið tilfeingið, og m.a. vóru flestu føroyingar samdir um at tað var skilagott at fara úr ES fyri at varðveita ræðisrættin yvir tilfeinginum, sum svimur í havinum kring oyggjarnar.
Um vit ikki kunnu varðveita ræðisrættin yvir tilfeinginum í havinum, er neyvan sannlíkt at Føroyar nakrantíð gerast partar av ES samveldinum.
 
Men gongdin í Føroyum í samband við matvanar líkist ógvuliga nógv gondini í londunum kring okkum. Vit eta minni og minni av egnum tilfeingið, sum fisk, tvøst o.a., meðan vit alsamt meira eta innfluttan mat frá matídnaðinum í Evropa, Amerika, Asien, Afrika og Suður Amerika.
 
ST staðfestir at tað er sera trupult hjá heimsins stjórnum at gera nakað fyri at broyta hetta, men tað eru økir har stjórnirnar í ymisku londum kunnu ávirka gongdina.
 
Innan heilsuøkið, almannaverk, skúlaverk o.s.fr. eru nógvir almennir stovnar, sum keypa mat til búfólk, næmingar o.o. og her eiga myndugleikar at leggja seg eftir at keypa lokalan mat, sum er framleiddur í nærumhvørvinum ella sum er partar av lokala tilfeinginum.
 
Sambært kanningum, sum víst verður til, fer hetta at kosta almennu myndugleikunum meiri pening í fyrstu atløgu, men ágóðarnir fara skjótt at vísa seg. Við at hugsað lokalpolitiskt, fer hetta at geva møguleikar at menna ein lokalan burðardyggan matvøruídnað, sum lokalu myndugleikarnir sjálvir kunnu regulera, og londini verða minni tengd av stóra altjóða matvøruídnaðinum.
 
Grind og springarar eru týðandi partar av tilfeinginum sum vit eiga í Føroyum og tí hevur tað alstóran týdning at føroyingar ikki lata seg taka av fótum í kjakinum, sum útlendsk kapitaláhugamál og mentunarimperialistar royna at troka inn á okkum gjøgnum miðlarnar.
 
Beit merki í at eitt føroyskt blað, sum verður skrivað á enskum og vendir sær beinleiðis til útlendingar um Føroysk viðurskifti. Blaðið lýsti Tórshavn sum vøggan hjá sekulariseringini og norður eysturøkið, sum bíbliubelti (RED: Eingin ivi var um at greinaskrivarin sipaði til at Norðurøki var eitt meira afturstandandi og minni mentað øki). Hetta er bara nýggjasta broti í eini nýggjari trend í Føroyum og serliga millum ung, har viðgerðin av føroyskari mentan og veiðumentan alt ov ofta er negativ.
 
Føroysk matmentan verður alt meira burturbeind, og pakka inn í ein pakka, sum skal passa betur til útlendska mentan. Føroyska veiði- og fólkamentanin skal reinsast fyri elementir, sum ikki passar til ráðandi rákið, sum í løtuni ger um seg í altjóðagerðini.  Føroysk mentan skal broytast so hon kann seljast ella svølgjast av nýggjastu hámentanin millum rík ferðafólk í Fraklandi, USA o.s.fr. .


Men vit mugu gera okkum púra greitt at tann dagin tá tilfeingið, ið svimur kring Føroyar er avmarkað til ein stóran framsýningar-hyl, og vit innflyta alt tað vit eta fra kapitalsterka matvøruídnaðinum, verður einki burðardygt føroyskt samfelag og føroyska fólkamentanin er farin fyri bakka.
 
Á Føroya Sjómannadegi í ár var tað áhugavert at upplivað hvussu lítið føroyingar vita um møguleikar, sum liggja í hvalatvøsti. Fólk gjørdust stórliga bilsin yvir hvussu vælsmakkandi, tvøsti var tá tá var kóka ella stoykt á grillini. Hetta gevur eina ábending um at her eru stórir menningarmøguleikar har vit vegna eina serliga føroyska mentan, hava beinleiðis “ókeypis” atgongd til týðandi tilfeingi, sum vit eru um at missa av hondum. 
 
Kjakið um føroyska náttúrutilfeingið hevur nógv størri týdning enn føroyingar tykjast geva sær far um og lat vit ikki vit og skil ráða, men fara at kjakast út frá kenslum, verður føroyska samfelagið stóri taparin.
 
Tað verður nú sáddur ivi um hvørt springaradrápi er burðardygt, og tað er ein heilt annar spurningur, sum vit eiga at taka í stórum álvara. Eru springarar hóttir sum stovnur, so eiga vit føroyingar sjálvandi at gevast at taka av stovninum so leingi hann er hóttur.
 
Men tann dagin føroyingar siga frá sær rættin at veiða grind, springarar ella annað tilfeingið sum svimir kring oyggjar okkarar og øll vitan um veiðu og matgerð dettur okkum av hondum, hava vit gjørt børnum okkara eina bjarnatænstu og frátikið teimum týðandi fyritreytur fyri at liva í einum sjálvbjargnum Føroyum.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bara tveir føroyskir áskoðarar
Kannaðu sílastovnin í Gravará
Jóannes Bjartalíð í toppformi
Regn í kvøld – nakað av vindi í nátt
Líðhamar 14.500 pund
Javnt góður fiski­skapur
Jákup B góðan túr undir Føroyum
(Aserbadjan-Føroyar) Tvær broytingar
Barking up the wrong tree
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið
Hugnaløta í Smæruni
Faktuell rættleiðing
H2O í Æðuvík
Stanley Samuelsen í Spania­stovu
Jólahugni við søtum til góman og heilan
At útseta til síðstu løtu
Ársmappa, árbók og jólamerki 2018 frá Po…
Nanna Knudsen nýggjur apotekari á Norðoy…
Gott veður í dag
Temja tað enska við føroyskum