Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umframt at verða veðurmaður á Norðlýsinum, so er Hanus Kjølbro lærari á Sjónámi.

Hanus tulkar veðrið til børn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.09.2018 - 12:00 Mentan Tíðindi

Í morgin gevur Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag saman við Námi út ikki færri enn 6 bøkur. Allar eru upprunabøkur á føroyskum máli. Ein av bókunum er skrivað av okkara veðurmanni.

10 ár eru liðin, síðan Bókadeildin fór at geva út krabbabøkur, og tað skal hátíðarhaldast. Tey hava verið ófør á Bókadeildini, tí ikki færri enn 290 krabbabøkur eru komnar út síðan 2008. 33 av teimum eru upprunaliga føroyskar. Hinar eru umsettar úr fremmandum máli.

Ta einu av bókunum, sum kemur út í morgin, er um veðrið. Hana hevur veðurmaður okkara, Hanus Kjølbro, skrivað. Hann hevur áður skrivað bók um veðrið, men hesaferð er málbólkurin børn í 12 árs aldri ella har á leið.

Vit ynskja Bókadeildini til lukku við teim 10 árunum við krabbabókum. Somuleiðis ynskja vit høvundunum hjartaliga til lukku við útgávunum í morgin, eingin gloymdur, men ein serlig heilsan fer herífrá til veðurmann okkara. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Jólaguds­tænasta hjá Javna
Klaksvíkar Sjúkra­hús sett serlækna
Eitt sindur av vindi aftur í dag
Mjølnir toppdyst í kvøld
Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin
Mjølnir vunnu móti ÍF
Lýsing