Lýsing

Felagið Nótaskip: Veiðugjøldini og uppboðssølurnar drena okkum fyri kapital

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.09.2018 - 17:33 Tíðindaskriv Vinna

Eins og í Føroyum hava myndugleikarnir í Íslandi álagt fiskivinnuni eitt veiðigjald. Hetta veiðigjaldið er munandi lægri enn tað føroyska.

Íslendska veiðigjaldið fyri 2018 er ásett í kunngerð frá mars 2018 og kom í gildi 1. apríl í ár.

Makrelur hevur eitt veiðigjald upp á 19 oyru fyri kilo í okkara peningi. Fyri sild er veiðigjaldið 18 oyru fyri kilo og fyri svartkjaft 7 oyru fyri kilo.

Samsvarandi gjøld í Føroyum eru 1,0 króna fyri kilo av makreli, 75 oyru fyri norðhavssild og 20 oyru fyri svartkjaft.

Uppskotið um veiðigjald, sum fall burtur í undanfarnu tingsetu, legði upp til eina munandi hækking av veiðigjaldinum. Torført er at meta um tað heilt neyvt, tí uppskotið var sera fløkt, og gjaldið var ikki endaligt, fyrr enn trý ár eftir, at tað varð ásett. Mett varð, at uppskotið hevði tvífaldað veiðigjøldini.

Vit hoyra nú um dagarnar, at tvey íslendsk reiðarí hava gjørt sáttmála við skipasmiðju í Danmark, um at byggja tvey nýggj framkomin uppisjóvarskip, sum skulu avloysa gomul skip. 

Tað er ikki ein møguleiki, sum føroysk reiðarí hava. Vit innflyta harafurímóti gomul skip, sum aðrar vilja sleppa av við, tí teir hava bygt nýtt. Veiðigjøldini og uppboðssølurnar drena føroysku fiskivinnuna fyri kapital. Vinnan hevur góðtikið, at eitt gjald skal lastast fyri rættin at sleppa at fiska, men tað má verða ásett við skili, so vinnan hevur møguleika fyri at endurnýggja seg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons
Áskoðarar­nir hava avgerðandi týdning
Kaving, frá hjástarvi til nýggja vinnugr…
Eiga at fara undir flogvøll á Glyvursnes…
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Jákup B góðan túr undir Føroyum
Heðin Kambsdal í Galerie Focus
Team Klaksvík hevur sett venjarapar
Fugloyar­renningin 2019
Svangaskarð er klárt til KÍ
Minningarorð um Poul Nolsøe Laksáfoss
Norðsøki hevur rokast undir Íslandi
Poul Nolsøe Laksáfoss er farin
Golfklubbu­rin 30 ár
Ótespiligur lesnaður!
Gott lag í KRF neystinum í kvøld
Móttøka fyri kappróðrarbátunum
Hetta er ein frálík løta