Lýsing

Gullvenjarin hjá HB heldur fram

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.09.2018 - 10:35 Ítrottur Tíðindi

Gleðilig tíðindir fyri HB viðhaldsfólk.

HB boðar í morgun frá, at avtala er gjørd fyri komandi kappingarár við íslendska venjaran Heimir Guðjónsson. Heimir kom til HB undan hesum kappingarárinum og má sigast at hava kollvelt bæði HB og oddinum í føroyskum fótbólti. Tí við styrki av nøkrum fáum leikarum, sum ikki spældi á hægsta støði frammanundan, samstundis sum liðið hevur mist fleiri profilar, er HB farið frá at vera eitt lið seinastu trý, sum endaði nummar 4-5, til at vera greitt besta liðið í føroyskum fótbólti. Meistaraheitið er ikki enn tryggjað í ástøðinum, men í praksis bleiv tað mest sannlíkt tryggjað í oddadystinum á Summar Festivalinum, tá HB vann 1-0 á KÍ. HB hevur eina leiðslu á 10 stig, nú bara 18 stig eru eftir at spæla um.


HB skrivar soleiðis:

Havnar Bóltfelag og íslendski venjari okkara, Heimir Guðjónsson, hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum í 2019.

 

- Heimir Guðjónsson hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri HB hetta kappingarárið, og tí eru vit sera fegin um at leingja samstarvið. Saman við Heimi fara vit sum felag at byggja víðari á alt tað, sum higartil er gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB.

 

Tá ið Heimir Guðjónsson varð settur í starv sum venjari fyri besta mansliðið hjá HB, var tað í vónini um, at vit kundu byggja eitt nýtt lið upp, og at felagið yvir eitt áramál aftur kundi koma upp í oddin í føroyskum fótbólti við einum haldgóðum grundarlagi.

 

Higartil hevur tað gingið væl. HB kom í steypafinaluna og liggur á odda í bestu deildini. Málið um at røkka út í Evropa hetta kappingarárið er rokkið, samstundis sum lunnar eru lagdir undir eina víðari menning av liðnum og felagnum.

 

Heimir Guðjónsson er sera nærlagdur, hann krevur nógv av øllum spælarum, og hann hevur samstundis megnað at fingið ein sterkan hugburð í hópin, har hvør maður leggur nógv fyri til tess at røkka felags mál. Samanhaldið er nógv styrkt í hópinum, og felagsskapurin í felagnum er góður.

 

Tá ið HB og Heimir gjørdu avtalu fyri hetta árið, var tað við einari ætlan um at halda fram við samstarvinum komandi ár, og tann avtalan er nú formliga fingin upp á pláss. Tað eru leikarar, felagslimir og viðhaldsfólk sera takksom fyri, tí nú kann arbeiðið, sum byrjaði við Heimi, halda fram.

Heimir Guðjónsson er 49 ára gamal og hevur sjálvur spælt á hægsta stigi í Íslandi, har hann eisini er høgt í metum sum venjari. Sum leikari spældi hann við KR frá 1986, eitt skifti leikti hann við ÍA fyri síðan at spæla við FH til 2006. Sum venjari eydnaðist Heimi Guðjónsson at gerast meistari fimm ár á rað við FH, áðrenn hann kom til HB

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pensjónista­felagið Hugni skipar fyri hug…
Borgarar/­skattgjaldarar í Klaksvík rinda…
Malta hevði betri hagtøl
Hvør skal so gjalda?
Blandaðar kenslur á Malta við javnleiki
Fráfaringarløta fyri Magnusi Magnussen,…
Frælsi at siga sína hugsan
Archibald: - Fagravík gevur onga meining
Jóla­trø­ini í kommununi
 Um enn fáment, so halda tey áfram at be…
Malta vinnur næstan ongantíð
Uppskot til “Ársins Rósu” - sendið uppsk…
- Vit mugu geva føroyingu­num nakað aftur
Føroyar hava favorittleiklutin í kvøld
Uppstillingin er kunngjørd
Brandur 10.500 pund í nátt
Lokalt tíðinda­fólk: Sera týdningarmikil…
Tjóðpallur Føroya, professionalisma og g…
Loysing skift út við miðsavning
Allir útróðrarbátar­nir hava verið á útró…