Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samgongulimir vónsviknir av Fiskimálaráðnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.09.2018 - 11:38 Politikkur Tíðindi

Hvørki landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum ella aðalstjórin í Fiskimálaráðnum svara telefonini í morgun. Men tað eru røringar í samgonguni og ein av fremstu limunum í samgonguni, váttar fyri Norðlýsinum at avgerðin hjá fiskimálaráðnum er trupul at skilja.

- Landsstýrismaðurin í Fiskimálum hevur hvørki kunna samgonguna ella landsstýrið um avgerðina, og tí bíða vit í løtuni eftir eini frágreiðing. Skal eg siga sum er skilja vit als ikki hví hendan avgerðin er tikin, segði ein av framstandandi limunum í samgonguni, sum annars ikki ynskti at koma við einari almennari viðmerking í løtuni.

Ein annar samgongulimir greiður frá at, sum hann skilti var talan um ein tekniskan trupuleika við umsóknini, sum ikki skuldi verða nakar trupuleiki at rætta og tí skilur hann ikki hvat nú er hent.
 
Bjarni Hammer vónsvikin
- Ja eg havi júst frætt um avgerðina sum er tikin í Fiskimálaráðnum. Hetta vísir bara at Fiskimálaráðið als ikki hevur tikið hædd fyri endamálunum við lógini um menningarkvotur. Man hevur givið mest kvotur til tey øki har sum arbeiðsloysi er minst, meðan væl dokumenteraðar og skilagóðar umsóknir úr økjum við fólkafráflyting og stórum arbeiðsloysi ikki verða tiknar fyri fult.
- Tað kann tykjast sum um at man politiskt hevur tikið avgerð áðrenn umsóknirnar vóru viðgjørdar um hvør skuldi hava og hvør ikki skuldi hava. Eftirfylgjandi hevur man so uppfunni undanførslur fyri ikki at veita kvotur, sigur Bjarni Hammer í stuttari viðmerking.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur