Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað almenna má tálma íløgur fyri at byggja bústaðir

SKRIVAÐ: Bárður S. Nielsen, Formaður í Sambandsflokkinum  |  14.09.2018 - 19:23 Politikkur Tíðindaskriv

Himmalhøgu íløgurnar og raksturin hjá tí almenna má tálmast, um bústaðir skulu byggjast

Sóu og hoyrdu tit Dag og Viku týskvøldið?

Neyvan hevur nøkur landsstýriskvinna verið so fastlæst. Tað, sum sagt varð, er, at man kann ikki leggja meira við á bálið hjá landsstýrinum, tí ferðin á búskapinum er so stór. Og so skal bíðast í tvey ár eftir, at Bústaðir koma í gongd. 

Er hetta í lagið?

 

Himmalhøgur rakstur og íløgur

Tann himmalhøgi raksturin og íløgurnar, sum landsstýrið hevur spolað upp við útvið 1.000 milliónum, og sjálvt hevur ovurhitað búskapin, má tálmast. Tá kunnu t.d. leiguíbúðir byggjast – ikki um tvey ár – men munandi skjótari, nú fólkavøksturin er stórur.

Eisini eiga vit at lurta sera væl eftir heilsufrøðingum, sum tíbetur hava góða føling við tí, sum fyriferst.

Tær siga tað soleiðis: ”Fólk hava ikki tak yvir høvdið. Familjur gerast heimleysar. Familjurnar standa úti á gøtuni”.

Kanska átti privata initiativið at reist búgv, men bústaðir mugu ikki kosta nógv, tí tá hava familjurnar ikki ráð til at keypa.

 

Her og nú

Hetta má og skal fáast í rættlag. Landsstýrið velur at bíða í tvey ár, til Bústaðir fara at byggja. Tað ber ikki til. Øll vita, at tað er trupult at útvega handverkarar, men verða almennar byggiætlanir tálmaðar, ber kanska til.

Tað almenna má alt fyri eitt tálma íløgur og rakstur fyri at byggja bústaðir. Kommunur hava helst eisini møguleika at verða við.

Sambandsflokkurin vil lata barnafamiljum hægri barnafrádrátt, og vit hava fyri langari tíð síðani sagt, at vit vilja skunda undir, at íbúðir og hús verða bygd.

Hjá landsstýrinum hendir bara einki.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB