Lýsing
Lýsing
Lýsing
John S. Myllhamar | Mynd: sandportal.fo

Grindahvalurin

SKRIVAÐ: John S. Myllhamar  |  14.09.2018 - 19:34 Lesarabrøv Mentan

Tað var í degningini. Niðri við sjóvarmálan í lítla býnum stóðu ein høsnarungi og ein grísur og tosaðu við ein grindahval, sum í myrkrinum hevði svomið seg upp á sandin. “Hvat gera tit báðir úti so árla?”, spurdi hvalurin. “Úti?” svaraðu teir. “vit hava ikki verið úti áður”. “Men her tykist alt so vakurt kring okkum, slíka sjón hava vit aldri sæð”, segði høsnarungin, “Eg sat í búrinum, tá ið ein maður kom og tók men undir armin. Men í myrkrinum datt hann, og misti meg, haldi hann ætlaði at stjala meg. Eg royndi at flyta føturnar, men gongulagið er vánaligt, tí eg havi ongantíð áður roynt at ganga. Brádliga hoyrdi eg øðilig níst, royndi at koma mær fram eftir ljóðinum. Tá var tað hesin grísurin, ið var vilstur í myrkrinum. Hóast eg ongantíð havi møguleika at mínar veingir, eydnaðist mær, langt um leingi, at flaksa meg upp á bakið á honum, men tá var eg lúgvaður”.

“Ja”, segði grísurin og legði uppí, “eg sá eina hurð standa opna í stallinum, sníkti meg út, men tað var so myrkt, og ongantíð hevði eg verið úti áður. Gekk nøkur fet, men søkk undir knø í onkrum bleytum. Eg varð sera bangin og fór at nísta. Tá flaksaði høsnarungin upp á bakið á mær, eg hvakk við, men gjørdist kortini róligari av, at onkur var hjá mær. Við miklum strevi eydnaðist mær at koma upp aftur. Tá ið vit høvdu hvílt okkum eina løtu, gjørdu vit av at ganga ein túr, fyri at síggja okkum um, hóast hetta var okkum ein heilt nýggjur heimur. Vit endaðu so her niðri.“

“Men hví liggur tú her?”, spurdu teir hvalin. “Í nátt svam eg saman við øðrum hvalum her nærindis. Eg sá nakrar høgguslokkar í sjónum, steðgaði á og át teir. Tá ið eg vendi mær við, høvdu hinir hvalirnir svomið so langt, at eg hevði mist teir úr eygsjón. Eg svam so skjótt, eg orkaði, fyri at fáa teir aftur, men helst havi eg svomið skeivan veg, tí við nógvari ferð rendi eg meg uppi á sandin. Eg gjørdist sera bangin, tí eg slapp ikki leysur aftur. Eg dugi als ikki við hesum. Eisini leingist mær eftir hinum hvalunum, sum nú svimja á víðum havi, kanska leita teir eftir mær. Eri um at missa mótið, tí eg eri fastur. Tað er kortini ein troyst, at tit komu hegar, so at eg havi onkran at tosa við”.

“Hvar býr tú annars?” spurdu teir báðir. “Alt árið runt svimja vit grindahvalir í stórum og minni bólkum víða um á heimshøvunum, Vit uppliva mangt og hvat. Har bólta vit rút og kava djúpt niður í dýpið, koma síðan upp aftur allir í senn at blása strálur av sjógvi upp í loft. Vit stuttleika okkum óført. Á havinum síggja vit alt møguligt. Hvønn dag sigla stór skip framvið okkum, onkuntíð svimja vit kapp við tey. Oman fyri okkum sveima stórir flokkar av sjófuglum, sum láta við ymiskum ljóði. Um summarið plaga vit at svimja inn millum nakrar oyggja langt uppi í Atlantshavinum, har er ofta nógvur høgguslokkur, sum vit eta okkum steinmettar av. Sjógvurin, ið streymar millum oyggjarnar, er eisini tann reinasta, vit hava svomið í”

“Hatta ljóðar sera spennandi”, søgdu høsnarungin og grísurin, “fortel okkum meira”.

”Teir flestu av okkum gerast eisini gamlir, ja, nógv ár” helt hvalurin fram. ”Í grundini eru vit ikki komnir fyri okkum fyrr enn vit eru um tjúgu ára aldur”

.

“Hvat sigur tú, gerast tit so gamlir?” spurdu høsnarungin og grísurin. ”Løgið, vit sleppa bara at liva í nakrar mánaðir - ja, bara nakrar vikur” skoytti høsnarungin upp í, “og vit sleppa ongantíð út at uppliva og síggja nakað av øllum tí, sum tit síggja og hoyra”.

Hvalurin sló sveivin niður í sandin, “Menn, sum ganga í klædningi og slipsi, siga, at vit eru fullir av gift og eitri, teir nevna tað kyksilvur. Onkur annar er nú farin at siga, at vit hava sukursjúku. Eg skal siga tykkum, at vit grindahvalir eru nokkso stoltir, okkum hóvar tí als ikki hesar søgur. Tað, ið harmar okkum mest, er, at hesi løgnu fólkini eru farin at tjentu nógvar nógvar pengar afturfyri at fortelja skeivar søgurnar um okkum. Gamlar og ríkar konur geva hesum monnum alt, ið tær eiga, ja, nógvar milliónir aftur fyri, at gera hesar søgur um okkum, ið ikki eru sannar. Slipsmenninir kunna spekka sær á fínum gistingarhúsum, teir eru vornir millióningar av søgum, ið teir skriva um okkum hvalir. Annars kenna teir lítið og einki til, hvørjir vit eru, og leggja enn minni í okkum, bara teir fáa peningin so eru teir nøgdir. Flestu fólkini, sum búgva á oyggjunum langt har uppi í Atlantshavinum, hvar sjógvurin er sera reinur, og har vit um summarið plaga at svimja millum oyggjarnar, fyri at eta okkum steinmettar av høgguslokki, siga, at eru vit eitraðir, so kemst hetta júst av tí gift, sum landsmenninir hjá hesum ríku konunum og fínu slipsmonnunum kasta í havið.

Tað ringasta, ið er hent her í seinastuni, er, at nú hava teir fingið fleiri av oyggjabúgvunum í part við sær.”

Við stórum áhuga høvdu høsnarungin og grísurin lurta eftir hvalinum, meðan hann segði frá.

Einaferð enn hildu teir fyri: “Sum alt er vakurt her, vit fáa næstan ikki eyguni upp sum alt glitrar!” Teir vistu einki um nakra verð uttanfyri slaktaríið og grísastallin, so hetta var eitt ævintýrland, grindahvalurin hevði ført teir inn í. Men teir vóru eisini illir á fólkini, ið søgdu slíkt um hvalirnar.

 

Tað var vorðið ljóst. Grindahvalurin geispaði, tað sama gjørdu hinir báðir. “Nú hevði eg vilja sloppið leysur av sandinum, og út aftur á havið at baða mær, men kreftirnar eru við at ganga undan”, segði hvalurin.

 

 

Tveir menn við slipsi og í leðurhanskum komu við einum vøruvogni oman á sandin. Annar tók høsnarungan, snarar høvdið av honum og kastaði hann til viks. Hin lyfti grísin inn í bilin og fór avstað við honum. Grísinum bæði reyn og hvein. Grindahvalurin tókti synd í teimum, teir vóru júst vorðnir so góðir vinir, og nú var høsnarungin deyður, hvat fór at henda grisinum, visti hann ikki. Fleiri fólk koma til. Tveir kvinnuligir sjúkrarøktarfrøðingar bóru eina balju millum sín, sum tær fylla við vatni og seta framman fyri hvalin. Ein professari á universitetinum hevur fingið fatur í fimm makrelum, sum hann koyrir í baljuna, so at hvalurin kundi hava okkurt at eta. Fólkið royndi at fáa hvalin at gapa, men hann latst ikki um vón. Løgin menniskju, hugsaði hann, meðan hann sló í sandin við sveivini, hann vildi bara sleppa aftur í rúman sjógv. Onkur royndi at trýsta á kúluna fyri at fáa hann leysan av landi, men hann lá rimmar fastur.

Tveir menn við pípu í munninum komu nú og spentu eitt sentimeturmál eftir bakinum á hvalinum, skrivaðu okkurt niður í eina bók, tosaðu um, hvørjum hvalaslag, hann mundi vera av. Grindahvalurin hugsaði: Hasir hava lítið skil á, hvat eg eri fyri eitt dýr. Hann hevði hug at flenna at teimum, men orkaði ikki.

Tvær ungar gentur komu rennandi við hvør sínum tjúkkum teppi, sum tær breiddu yvir hvalin, fyri at hann ikki skuldi gerast kaldur. Tær strektu annað teppi út yvir blástrið og heilt fram yvir kúluna.

Nú komu konur og menn við blunkandi myndatólum, sum tey settu beint móti eygunum á grindahvalinum. Hann fekk nærum ikki hugt, so blonk tey vóru. Nei, honum hóvaði ikki hesi fólkini, nógv hugnaligari var at tosa við grísin og høsnarungan, teir tóktust meira skilagóðir enn hesi, hóast teir ongantíð áður høvdu veri uttandura.

Ein kvinna í kitli sást pilka í hvøljuna við einari pinsett. Hon segði nøkur orð við ein av slipsmonnunum um Globicephala melas, hydrargyrum og diabeti. Hvalurin skilti einki av hesum, tó helt hann seg kenna tvey orð aftur, sum hon nevndi, orðini kyksilvur og sukursjúka.

Ein maður í grønum klæðum frá onkrum umhvørvisfelagsskapi, helt fyri: ”Hvalurin er troyttur og treingir til svøvn, eyguni eru um at fara aftur, latið hann fáa frið at sova eina løtu, so verður hann betri fyri, tá ið hann vaknar aftur.”

 

Tað myrknaði meira og meira fyri eygunum á hvalinum. Hann helt seg hoyra slipsmenninar skifta orð um okkurt, men skilti einki av tí, teir tosaðu um. Nú droymdi hann bara um sínar javnlíkar, ið svumu um heimsins høv, har teir kundu gera, hvat teir vildu. Brátt fjaraði alt hetta burtur, og hann visti ikki meira til sín.

 

 

Ein djóralækni var komin oman á strondina; ”Hvat havast tit at?” spurdi hann. ”Ikki tosa so hart, hvalurin er akkurát sovnaður!” søgdu fólkini. Djóralæknin fór yvir at hvalinum. ”Hvalurin svevur ikki, hann er deyður!” svaraði hann. ”Deyður, søgdu øll við ein munn, ”Ja, ein hvalur er ikki skapaður at liggja uppi á landi. Hansara heim og lív er at svimja á víðum havinum saman við øðrum hvalum, har teir leita sær føði.” ”Hvat skulu vit so gera við hann?” spurdi fólki. ”Beina hann burtur, tí annars rotnar hann upp í hitanum her á strondini.” ”Tú er ein hjartaleysur maður!”, søgdu nøkur. Djóralæknin fór yvir til ein mann frá kommunustýrinum, ið stóð nærindis, Fólkið hoyrdi, at teir tosaðu um hvalin og um brennistøðina. Løtu seinni kom ein stórur kranabilur oman á sandin. Menn festu sver bond í hvalin, hivaður hann upp í lastina, síðan koyrdi bilurin avstað aftur. Flestu fólkini skóru í sjóheitan grát, meðan nøkur róptu ókvæmisorð eftir djóralæknanum, kallaðu hann kensluleysan og uttan samvitsku. Onkur helt, at hann skuldi verið koyrdur sama veg sum hvalurin.

So við og við tyntist við fólkið niðri við sjóvarmálan. At enda var einki at síggja á sandinum uttan tvey ullint teppi, og ein balja við nøkrum makrelum. Nakað burtur frá lá ein høsnarungi, sum høvdið var slitið av

 

 

John S. Myllhamar
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør