Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talið av gistingum 3-faldað eftir tveimum árum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.09.2018 - 20:39 Mentan Tíðindaskriv

Sum liður í miðvísari uppraðfesting av at skapa best gjørligu karmar fyri upplivingarvinnuni (sum eisini fevnir um ferðavinnuna) í nærumhvørvinum, gjørdi Vágs kommuna í 2014 nýtt kampingøkið, Kamping Vágseiðið, sum lat upp í juni í 2014.

Árini 2014, 2015 og 2016 lógu talið av gistingum millum 150-165 fyri tíðarskeiðið frá mai til august. Men seinastu tvey árini hava vit sæð ein stóran vøkstur í talinum av gistingum. Í 2017 vóru tað 322 gistingar á Kamping Vágseiði og í ár hava tað fram til 31. august verið 470 gistingar á kampingøkinum. Tað hava eisini verið nakrar gistingar í september, sum tó ikki eru skrásettar í hagtølunum enn.

Sostatt er talið av gistingum á Kamping Vágseiði farið frá 159 gistingum í 2016 til fleiri enn 470 gistingar í 2018, ella ein trýfaldan av gistingum eftir tveimum árum.

Umframt føroyingar, so eru vitjandi á Kamping Vágseiði úr øllum heiminum, t.d. úr Avstralia, Ný Sælandi, Afrika, USA, Kanada, Týsklandi, Niðurlondum, Fraklandi, Spania, Danmark, Bretlandi, Finnlandi, Kanada, umframt øðrum londum í Evropa. Flestu vitjandi á Kamping Vágseiði eru føroyingar, næststørstu bólkarnir eru úr Týsklandi og Fraklandi.

Í mun til í undanfarin ár, so hava síggja vit, at tað er ein stórur vøkstur í bæði kampingvognum og tjaldingum. Í ár hava tað verið serliga nógv sum hava brúkt tjaldingarplássi. Tað eru fólk í øllum aldri, sum vitja á Kamping Vágseiði.

Vit eru sera fegin um stóra vøksturin í talinum av gistingum á Kamping Vágseiði, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. -Vit hava seinastu árini roynt at uppraðfest møguleikarnir hjá ferðandi, sum vitja í Vági, bæði við kampingøkinum, og við at betra um atkomumøguleikarnir hjá fólki at njóta løturnar t.d. í náttúruni vesturi á Vágseiði. Tað er eisini sjón fyri søgn, at vit hava sera nógv góð tilboð til vitjandi, bæði stórsligna náttúru og góðar umstøður innandura í Páls Høll og nýggju Marghøllini, og dregur uttan iva fólk til økið, sigur Dennis Holm.

So vítt vit vita, so lata gistingarhús og matstovur eisini væl at talinum av vitjandi í ár. Men vit mugu øll eisini verða varug við, at økt tal av vitjandi setur eisini krøv til framhaldandi menning av tænastum og tilboðum til ferðafólk, og hesum arbeiða vit áhaldandi við, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

 

Um Kamping Vágseiðið

Kamping Vágseiðið liggur í vøkrum økið millum Vágs Høll og Vatnið. Í síðubygninginum í Vágs Høll eru gjørdar góðar umstøður til vitjandi, við køk, wc & brúsu (eisini til rørslutarnaði), og harumframt ber eisini til at vaska klæðir. Á kampingøkinum eru pláss til 12 kampingvognar og hartil er stórt tjaldingarpláss.

Kamping Vágseiðið er opið frá hálvum apríl til hálvan september, men tað hava eisini verið gistingar uttanfyri hetta tíðarskeiðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…