Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjórin í Pelagos finnst hvassliga at politisku oddafiskunum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.09.2018 - 13:09 Politikkur Tíðindi

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos í Fuglafirði skrivar umegis sín Facebokk vanga: Síggi í miðlunum, at Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, hevur biðið Høgna Hoydal landstýrismann í fiskivinnumálum finna tølini fram, so tað gongur sjón fyri søgn, hvussu nýggja fiskivinnuskipanin hevur ávirkað norðoya økið..

Løgtingskvinnan vil m.a. hava Høgna Hoydal at sigar sær:  ..... Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við?...

Les fyrispurning hjá Óluvu her

Stjóri stendur spyrjandi

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos í Fuglafirði skrivar umegis sín Facebokk vanga:

Síggi í miðlunum, at Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, hevur biðið Høgna Hoydal landstýrismann í fiskivinnumálum finna tølini fram, so tað gongur sjón fyri søgn, hvussu nýggja fiskivinnuskipanin hevur ávirkað norðoya økið..

Spennandi at vita hvat svar løgtingskvinnan væntar at fáa??
Man Høgni fara at svara, at nýskipanin hevur havt negativa, onga ella positiva ávirkan á norðoya økið?? Spennandi at vita.

Hesin fyrispurningur frá løgtingskvinnuni vísur okkum veljarum, at her situr ein løgtingslimur, sum hevur tikið undir við eini nýskipan, og ikki sjálv hevur gjørt sær sínar metingar av hvørjar avleiðingar kunnu vera av hennara undirtøku.
Kanska er tað ov nógv kravt, at hon skal hava hesar metingar.

Heldur lítið um politisku skipanina.

Jóhan Páll Joensen er bersøgin og hann heldur lítið um leiðslurnar í politisku flokkunum. Stjórin í Pelagos, sum áður hevur funnist at vinnupolitiska orðaskiftinum, skrivar soleiðis:

- Aftaná at hava sæð Fiskivinnutingið 2018 á Sjómanndøgunum, havi eg og hugsið um hvørji alternativir man hevur at velja ímillum til eitt komandi val:

Tá man sær luttakarnar og skal seta meting á við fáum orðum, komi eg til fylgjandi.

Frá vinstru: (á skerminum)
Jørgen Niclasen - 0 trúvirði, glens
Bárður Nielsen - Vinglan, ógreiður
Aksel Johannesen - Kitt, bíliga til sølu
Jógvan Skorðheim - Lack of Integrity
Høgni Hoydal - Total arroganca, makt
Poul Michelsen - Hvar er Poul???????
Bill Justinussen - Nepotisma

Ja, hvat skal man velja :(

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund