Lýsing
Lýsing
Lýsing

SEV greiðir frá pumpuskipan á Vestmannadøgunum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.09.2018 - 07:32 Tíðindaskriv Vinna

Orkukanningin, sum Umhvørvisstovan hevur greitt úr hondum vegna Heilsu- og innlendismálaráðið, mælir til, at ein pumpuskipan verður bygd í Vestmanna í 2024-25. Stjórin í SEV og menningarleiðarin hjá elfelagnum greiða frá ætlanini týskvøldið 18. september á Vestmannadøgunum

Í orkukanningini, sum Umhvørvisstovan herfyri læt landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg, verður mælt til at byggja pumpuskipan millum vatnbyrgingarnar í Vestmanna.

Orkukanningin vísir á, at tað er skilabest, at ein stigvís útbygging av orkugoymslum við pumpuskipanum fer fram, soleiðis at varandi orkuframleiðslan verður gagngnýtt í mest møguligan mun.

Fyrsta stigið at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum kann takast uttan at víðka byrgingarnar, og hetta kann hóskandi fara fram á leið 2024-25. Ein útbygging av byrgingunum verður helst ikki neyðug, fyrr enn vit nærkast 2030, er ein niðurstøða í kanningini.

Høvið verður at kunna seg nærri um hesi viðurskifti týskvøldið á Vestmannadøgunum, tá ið Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og Terji Nielsen, menningarleiðari hjá elfelagnum, fara at leggja fram um pumpuskipan í Vestmanna. Framløgan verður í kantinuni í Heilsumiðstøðini í Vestmanna týskvøldið 18. september, kl. 19.00, har m.a. verður víst á, at vatnorkan í Vestmanna fær ein alsamt størri leiklut á grønu kósini fram ímóti 100 prosent varandi orku á landi í Føroyum í 2030. Vestmannaøkið verður týdningarmikil partur av kjarnuveitingunum, tá oljan verður niðurlagað til bert at verða tiltakstrygd, um t.d. varandi orkukeldurnar av eini ella aðrari orsøk ikki nøkta tørvin í elframleiðsluni.

Vatnorkuverkini verða í størri mun kjarnin í elskipanini, tí vatnorkan er støðug orka, sum kann goymast og kann tryggja, at eingi sveiggj eru í sjálvari framleiðsluni. Vatnorkan stimbrar harvið elnetið, so at elveitingin verður støðug. Hetta støðufestið – sonevndar kjarnuveitingar - fæst í dag í stóran mun frá oljuriknu verkunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB