Lýsing
Lýsing
Soleiðis hevur ódnin Helena flutt seg seinastu 10 dagarnar. Fyrstu dagarnar flutti hon seg ikki líka skjótt, sum hon ger nú. Men hon er ikki tropisk meira, tí hon er komin yvir kalt hav, og køld luft er nú blandað uppí. | Mynd: NASA og National Hurricane Center (NHC)

Ódnin Helena

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.09.2018 - 10:42 Tíðindi Veðrið

8nda navngivna tropiska illveðrið í 2018 er í dag statt einar 500 fjórðingar ein útsynning úr Írlandi (sí myndina).

Veðurfrøðingar løgdu illveðrið til merkis, sum eitt órógv fyri 10 døgum síðan. Tá var tað statt beint úr strondini í Senegal og Guinea. Nógv megi var í órógvinum, og tað tóktist at menna seg alla tíðina. Tað fekk navnið Helena.

Áðrenn Helena fór til stroks út yvir hav, oysti hon regn niður í Guinea, so at fleiri fólk doyðu.

Hon fór fyrst beint vestureftir – nakrar 100 fjórðingar – og síðan snaraði hon norðureftir ímóti Evropa.

Har Helena er nú, er havið ov kalt, at hon klárar seg sum tropisk ódn ella tropiskur stormur. Eisini er køld luft blandað uppí ta heitu, so at hóast tropiska upprunan, so fer hon at uppføra seg sum eitt vanligt lágtrýst um okkara leiðir.

Hon fer at seta sín dám á veðrið í Føroyum serliga mikudagin og hósdagin. Tá fer køld luft av landnyrðingi og útnyrðingi at reka fram við Føroyum niður ímóti bretsku oyggjunum.

Fríggjadagin eru restirnar farnar norðurum og burtur frá okkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald
Vit hoyrdu einki aftur frá samgonguni